![](/assets/articles/Jonhard-Eysturkommuna-Mynd.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Ráðharrar vitjaðu Eysturkommunu
Eysturkommuna hevur havt vitjan av landsstýrismanni og donskum ráðharra
John Hammer
2. juli 2023 kl. 08:00
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen og danski samstarvsráðharrin, Louise Schack Elholm, hava vitjað í Eysturkommunu.
- Vitjað varð í skúlanum í Leirvík, har greitt varð frá grønu hitaskipanini.
Undir vitjanini í Eysturkommunu, var borgarstjórin, Per Martin Gregersen, eisini vertur fyri ráðharrunum í býráðshúsunum í Norðragøtu.
- Her varð kunnað um Eysturkommunu, eins og borðreitt varð við einum lættari bita.
Eftir vitjanina í býráðshúsunum, varð eisini vitjað í Blásastovu, gomlu kirkju og Glyvrahanusarhúsi, har greitt varð frá ymisk søguligum úr økinum.