Ráðgevarasáttmáli undirskrivaður við Henning Larsen arkitektar

Talan er um verkætlan við grundstykkjum til sethús, umframt at grundstykkir verða gjørd til íbúðarbygging.

Eysturkommuna
20. januar 2025 kl. 14:50

Fríggjadagin 17. januar, varð sáttmáli undirskrivaður um at endaliga prosjektera útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen og stjórin á Henning Larsen, Ósbjørn Jacobsen, skrivaðu undir sáttmála um ráðgeving og endaliga prosjektering av útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu. Talan er um verkætlan við grundstykkjum til sethús, umframt at grundstykkir verða gjørd til íbúðarbygging.

Á býráðsfundi í desember samtykti býráðið at gera sáttmála við Henning Larsen arkitektar um at arbeiða víðari við prosjekteringini.

Harvið er skjøtil settur á arbeiðið, sum peningur er settur av til á fíggjarætlanini fyri 2025.

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið klárt at bjóða út tíðliga í summar.