Rabarbubryggj á marknaðin

Barba er útvunnin úr føroyskum rabarbum

Dímunargarður/Eva og Jógvan Jón
15. oktober 2024 kl. 21:41

Okkara fyrsta rabarbubryggj, er nú farið av oynni. Væntandi hava Rúsurnar Barbu á hillunum fríggjadagin.

Hetta er avbera spennandi fyri okkum, tí hetta er fyrsta framleiðslan, sum er bryggjað á garðinum.

Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at menna bryggjaríið og vøruna herúti. Vit hava fingið týdningarmikla hjálp frá bryggjarunum Høgna Jensen og Sørini Antoft.

Barba er útvunnin úr føroyskum rabarbum. Størsti parturin av rabarbunum kemur úr Vestmanna, frá Heina bónda.

Onnur vøra vit arbeiða við er rótabrygggið Mai. Hetta bryggið stendur enn í tangunum til búningar og verður tappað í næstum.

Hetta er eitt lutfalsliga lítið og fjarskotið bryggjarí, men vit vóna at vit við hesum, kunnu vera eitt íkast til at fjøltáttað útboðið av føroyskum vørum. Hugaligt at kunna meirvirka føroyskar rávørur, sum í hesum førum eru rabarbur og majrøtur.

Spennandi verður, hvussu fólk fara at taka ímóti nýggjastu vøruni av Dímunargarði, Barbu.