R Kelly sekur í øllum ákærunum

R Kelly er dømdur fyri at hava kynsliga misnýtt kvinnur og børn í fleiri enn 20 ár. Hann skal møguliga sita í fongsli restina av lívinum.

Steinar Patursson
28. september 2021 kl. 09:17

Amerikanski RnB sangarin, R Kelly, er dømdur sekur í at hava kynsliga misnýtt kvinnur og børn í yvir tvey áratíggju.

R Kelly, sum í veruleikanum eitur Robert Sylvester Kelly, varð dømdur fyri at hava virkað sum leiðari í einum ringi, hvørs endamál var at lokka ungar kvinnur og børn til hansara, so hann kundi kynsliga misnýta tey. Eisini varð hann dømdur sekur fyri áttatilburðir av traffikering millum amerikanskar statir, og harumframt varð hann dømdur fyri brotsmannavirksemi - ein dómur, ið vanliga verður nýttur til mafiumenn og onnur skipað brotsmannalið.

Revsingin verður ikki fyrr enn 4. mei í 2022, og tað er møguligt, at R Kelly fær lívslanga fongsulsrevsing.

Eitt vitni segði sambært BBC í rættinum, at R Kelly hevði doyvað og neyðtikið hana, og at hon hevði verið noydd at fjala seg fyri R Kelly, tí hon hevði fingið hóttanir, síðan hon kom fram í almenningin við skuldsetingunum.

Sambært rættarskjølunum noktaði R Kelly kvinnunum at eta og fara á vesi, uttan at hann gav loyvi til hetta; hann gjørdi av, hvørjum klæðum tær gingu í, og tær skuldu kalla hann fyri "Daddy", ella "babba", sum tað eitur á føroyskum.

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at R Kelly hevur verið í rættinum, tí í 2002 varð hann ákærdur fyri 13 tilburðir av barnaporno. Hann varð í 2008 fríkendur í málinum.