Ongi úrslit

QODIO yvirtekur partar av Krea

QODIO yvirtekur Krea og virksemi innan sniðgeving og heimasíður

Tíðindaskriv
6. mai 2021 kl. 15:00

Fyritøkan Krea byrjaði sítt virksemi í 2003 og hevur ment seg hesi 18 árini, sum ein heildarveitari innan sniðgeving og menning av heimasíðum.

Seinastu fimm árini hevur fyritøkan eisini ment IntraKREA, ið er ein intranet loysn, sum áleið 100 fyritøkur, stovnar og handlar brúka - bæði í Føroyum og Grønlandi.

Fyri betur at miðsavna seg um intranetið kemur kemur IntraKREA at halda áfram í felagnum hjá brøðrunum Jaspuri og Reimundi Langgaard, sum nú kemur at eita Intra.

QODIO yvirtekur Krea og virksemi innan sniðgeving og heimasíður. Krea hevur gott samstarv og stórt álit á QODIO og stjóra tess Jógvan Andersen. Krea er sannført um, at bæði starvsfólk og kundar koma í góðar og tryggar hendur við hesum broytingum.

Krea kemur at halda áfram undir sama samleika eftir hesum broytingum.

Skrivstovurnar hjá QODIO verða á Strondum og í Klaksvík, meðan Intra heldur áfram í Runavík.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

Í gjár kl. 17:59