Í alt ov stóran mun síggja vit, at talið á teimum, sum veruliga gera arbeiðið á gólvinum í eldrarøktini minkar. Hetta er ein avbjóðing, ið samfelagið stendur frammanfyri, serliga í okkara eldrarøkt.
Tørvurin á fleiri starvsfólkum, sum beinleiðis taka sær av teimum eldru er stóur. Tí er tað týdningarmikið, at vit venda pyramiduni rætt og fáa brúkt játtanina til starvsfólkið.
Hvat kunnu vit gera?
1. Beinleiðis íløga í starvsfólk
Í staðin fyri at styrkja leiðslurnar, sum so ofta verður gjørt, kunnu vit brúka pengarnar til at seta fleiri starvsfólk. Hetta merkir fleiri hendur til at veita beinleiðis røkt og umsorgan.
Eldraøkið er ovbyrjað, tí ov fáa hendur eru at lyfta uppgávuna. Tað ger tað trupult at manna tey størv, sum verða lýst leys. Fleiri hendur fara minka um arbeiðsbyrðuna og gera eldraøkið meira atraktivt at arbeiða í.
2. Minka um leiðsluliðið
Við at minka um óneyðuga stóru leiðsluliðið, kunnu vit brúka játtanina meira skynsamt. Har sum tørvurin er størst, skal fokus vera á at stuðla teimum, sum gera arbeiðið á gólvinum og brúka peningin har, hann ger mest nyttu hjá teimum eldru.
3. Endurskoðan av fíggjarætlanini
Ein nágreinilig endurskoðan av fíggjarætlanini kann avdúka, hvussu játtanin kann brúkast meira skynsamt. Vit mugu tryggja, at pengarnir verða brúktir, har vit fáa mest burturúr. Fíggjarligt gjøgnumskygni er av týdningi, so borgarar og avvarðandi kunnu síggja, hvussu peningurin verður brúktur.
4. Politiskur og almennur stuðul
Vit mugu fáa breiða politiska og almenna undirtøku til hesa broytingina. Opið samskifti við veljarar, serliga eldru borgararnar og teirra avvarðandi, er lykilin til at tryggja, at vit hava undirtøku fyri at venda pyramiduni rætt.
At lurta eftir teimum eldru og teirra avvarðandi, gevur okkum týdningarmiklar upplýsingar um, hvussu vit best kunnu tillaga tænasturnar.
Við at seta fokus á beinleiðis íløgur í starvsfólk á gólvinum, kunnu vit tryggja, at tey eldru fáa best møguliga røkt og umsorgan. Tíðin er komin til at venda pyramiduni rætt, soleiðis at vit kunnu gera ein veruligan mun fyri okkara eldru borgarar.
Lat okkum saman tryggja, at játtanin verður brúkt, har hon ger størst nyttu – til frama fyri okkara eldru og teirra vælveru.
Jóhanna Grúkaskarð
Heilsurøktari
Leiðari í Fjálgu