Putin vitjar eisini Vietnam

Eftir vitjanina hjá russiska forsetanum í Norðurkorea lendi Vladimir Putin í Vietnam í dag.

Rúni Korsgaard
19. juni 2024 kl. 22:00

Hesum boða fleiri russiskir miðlar frá.

Undan vitjanini í Vietnam, hevur Putin í eini tíðargrein greitt frá, at hann ætlar at samstarva við Vietnam um at seta á stovn ein depil til kjarnorkuvísindi, hetta sambært Reuters.

Fyri áleið tíggju árum síðani tók Vietnam eina ætlan um at stovna eitt kjarnorkuverk úr gildi fyri fyrst. Sambært Reuters er enn ógreitt, hvørt Vietnam ætlar at broyta støðu í hesum máli.

Umframt ætlanirnar um at samstarva um kjarnorkutøknifrøði, hevur russiska orkufyritøkan Novatek ætlanir um at byrja nýggjar jarðgassverkætlanir í Vietnam.

Vitjanin hjá Putin í Vietnam er hin fimta av sínum slag.