Undirhúsið í Russlandi samtykti í gjár broytingaruppskotið í Russisku grundlógini, sum loyvir Putin at stilla uppaftur í 2024.
Grundlógin í Russlandi ásetur annars, at ein forseti ikki kann sita longur enn tvey valskeið í einum. Eitt fult valskeið í Russlandi er 6 ár.
Vladimir Putin hevur sitið við valdi í landinum síðani 1999, antin sum forseti ella sum forsætisráðharrin. Um grundlógarbroytingin verður samtykt á fólkaatkvøðu í apríl í ár verður Putin longst ráðandi leiðari í Russlandi.
Um broytingin ikki verður gjørd eigur hann eftir røttum at fara frá sum forseti í 2024.
Leiðarar í Kina og fleiri londum í Afrika hava gjørt líknandi broytingar, sum loyva teimum at sita við valdi í óavmarkaða tíð.