Putin undirskrivar lóg og kann nú vera forseti til 2036

Vladimir Putin hevur formliga undirskrivað eina lóg, ið ger tað møguligt hjá honum at halda fram tvey forsetaskeið afturat

Sigurjón Einarsson
6. apríl 2021 kl. 14:21

Tað kann ganga nógv ár, áðrenn 68-ára gamli Vladimir Putin fer frá sum forseti í Russlandi.

Í gjár undirskrivaði hann eina lóg, sum ger tað møguligt hjá honum at stilla upp til tvey tey komandi forsetavalini. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá russisku stjórnini, sambært Reuters. Lógin segði annars, at ein sitandi forseti má bíða seks ár, áðrenn tað er møguligt at stilla upp av nýggjum.

Við nýggju lógini er møguligt hjá Putin at sita sum forseti til 2036 – vinnur hann tey komandi tvey valini.

Lógin hevur verið ávegis í eina tíð, men varð ikki endaliga undirskrivað fyrr enn í gjár.

Putin hevur staðið við róðrið í Russlandi í tvey áratíggjur – antin sum forseti ella sum forsætisráðharri. Hann hevur verið forseti síðani 2012 og hetta valskeiðið endar í 2024.

Tað er ein stýrisskipanarbroyting, ið varð atkvøtt fyri í fjør summar, sum nú gevur Putin møguleikan at leingja sítt tíðarskeið sum russiskur leiðari.

Broytingin í stýrisskipanini inniheldur eisini aðrar broytingar. Til dømis stendur nú stýrisskipanini, at hjúnaband millum tvey av sama kyni er bannað. Harafturat er Guð nú eisini skrivaður inn í stýrisskipanina.

Andstøðupolitikkarin Aleksej Navalnyj, sum í dag situr fongslaður, fanst hvassliga at stýrisskipanarbroytingina seinasta summar.

Hann kallaði atkvøðugreiðsluna fyri at vera ólógliga og sum eina leiksýning, sum var gjørd til at løggilda forsetaembætið hjá Putin restina av hansara lívið.

- Vit fara ongantíð at góðkenna hetta úrslitið, segði hann millum annað tá í einum videobrotið.

Kelda: /ritzau/Reuters