Putin, Russland og valdið

Fyri júst 100 árum síðani var tiltikna oktober kollveltingin í Russiska tzarveldinum, har Bolsjevikkarnir við Lenin á odda

Jógvan Svabo Samuelsen
1. desember 2017 kl. 10:37

Fyri júst 100 árum síðani var tiltikna oktober kollveltingin í Russiska tzarveldinum, har Bolsjevikkarnir við Lenin á odda, endiliga megnaðu at seta ein stoppara fyri stoltu stórbæru russisku tzartíðini. Í 1999 trein ein tá ókendur fyrrverandi KGB-agentur inn á politiska heimspallin. Talan var um løgfrøðislærda Vladimir Putin, sum síðani tá hevur verið nærum einaráðandi í Kreml. Tann 18. mars 2018 stendur hann aftur fyri vali, og endurvinnur hann valdið, sum øll taka fyri givið at hann ger, so verður hetta samstundis hansara seinasta forsetavalskeið hesaferð. Soleiðis stendur skrivað í russisku stjórnarskipanini

Seinasta mæta ættin sum stýrdi Russiska Tzarveldinum var Romanov ættin. Orðið tzar er umseting av orðinum Caesar, sum var heitið hjá keisarunum í Rómverjaríkinum. Rurik keisaraættin hevði undan Romanov ættini sitið við tzarvaldið í yvir 700 ár, frá ár 862 til ár 1610, tá tað kom í óloysiligar trupulleikar. Í 1613 bleiv keisaraveldið latið upp í hendurnar á Mikhail Romanov, og sótu eftirkonmarnir hjá Mikhail Romanov á evstu rók í russiska tzarveldinum fram til 15. mars 1917, tá Tzarur Niklas annar avsegði sær tzar trónuna. Orsøkin til, at Niklas tzarur valdi at avsiga sær trónuna, komst fyrst og fremst av teimum báðum kollveltingunum, sum hendu í Russlandi í 1917.

Tann fyrra kollveltingin var februar kollveltingin, sum hendi millum 23. februar til 3. mars 1917, sambært russisku dagfestingini. Russar nýttu um hetta mundi Julianska kalendaranum, í mun til okkum í vesturheiminum, sum nýttu Gregorianska kalendaran, og tískil eru dagfestingarnar nakað forskotnar. Í okkara tíðarrokning var februar kollveltingin millum 8.-16. mars 1917. Februar kollvetingin fór fram í táverandi høvuðsstaðnum í russiska tzarveldinum Petrograd, býurin sum upprunaliga æt Sankta Pætursborg. Tað var eftir hesa kollvelting, at Niklas tzarur valdi at lata valdið frá sær. Valdið fór í fyrstu atløgu víðari til eina fyribilsstjórn.

Seinna russiska kollveltingin í 1917 var oktober kollveltingin, sum byrjaði 25. oktober russiska dagfesting, ella 7. november sambært okkara dagfesting. Hon varð framd av bolsjevikkunum við Vladimir Ilyich Ulyanov á odda – betur kendur sum Vladimir Lenin. Teir lupu á Vetrarslottið hjá Tzarinum, har fyribilsstjórini helt til og róku hana frá. Í apríl 1918 bleiv nú fyrrverandi tzarurin Niklas og familja hansara flutt til býin Yekaterinburg skamt við Ural fjøllini. Tey vórðu sett í húsavarðhald í Ipatiev húsunum. Náttina til 17. juli 1918 blivu Niklas og hini rikin upp úr seingini og út í tún í Ipatiev húsunum. Har bíðaði teimum eitt Bolsjeviks avrættingarlið, sum gjørdi enda á bæði teimum og enda á russiska tzarveldinum seinastu gott 1.000 árini.


Vladimir Vladimirovich Putin

Vladimir Vladimirovich Putin varð føddur tann 7. oktober 1952 í Leningrad í Sovjettsamveldinum. Hann er sostatt júst fyltur 65 ára gamal. Hann var føddur í býnum Leningrad, sum var høvuðsstaður undir russiska tzarveldinum, og sum er best kendur undir heitinum Sankta Pætursborg. Býurin bleiv grundlagdur av Pæturi tí Stóra, tzari, í 27. mai 1703. Býurin bleiv staðsettur við Neva ánna við Eystursjógvin. Pætur vildi víðka russiska tzarveldi til at eisini verða eitt sjófarandi ríki, og bygdi tí Sankta Pætursborg við tí aðalendamáli at vera høvuðs havnabýur Russlands, umframt at gerast høvuðsstaður.

Árini 1713-1728 og aftur árini 1732-1918 var Sankta Pætursborg høvuðsstaður í russiska tzarveldinum. Í 1914 skifti býurin navn til Petrograd, og í 1924 – fimm dagar eftir deyða Lenins – skifti býurin aftur navn, hesaferð til Leningrad. Býurin fekk sítt upprunaliga heiti aftur í 1991, Sankta Pætursborg, men sjálvur høvuðsstaðurin bleiv fluttur til Moskva í 1918, har hann framvegis er í dag. Putin gekk á lærda háskúlanum í Sankta Pætursborg, har hann gjørdist løgfrøðingur í 1975.


Njósnari hjá russisku fregnartænastuni KGB

Eftir at vera vorðin útlærdur løgfrøðingur, gjørdist Putin partur av russiska fregnartænastuni KGB. Árini 1985-1990 hevði hann tænastustað í Dresden í Eysturttýsklandi, sum tá var kommunistiskt og undir veingjabreiðinum hjá Sovjettsamveldinum. Putin gjørdi sostatt tænastu í Eysturtýsklandi samstundis sum Berlinmúrurin fall.

Múrurin byrjaði at rapa tann 9. november 1989, og sambært almennu ævisøgu Putins, so beindi hann fyri hópin av KBG skjølum í Dresden, samstundis sum múrurin fall í Berlin. Ruðuleiki valdaði kring alt Eysturtýskland, og hesi skjøl skuldu so ikki koma í skeivar hendur. Eftir at kommunistiska stýrið í Eysturtýskalndi fall, fór Putin heim aftur til Sankta Pæturborg.

Politikkarin Putin

Í 1991 skifti Putin lívsleið, og fór upp í kommunal politikk í Sankta Pætursborg. Her røkti hann fleiri ymsar álitissessir undir Sobchak borgarstjóra, og tænti undir Sobchak líka fram til 1996, tá Sobchak ikki bleiv afturvaldur til borgarstjóri.

Hann fór tí í 1996 víðari til Moskva, har hann fekk ymsar álitissessir undir forsetaráðnum hjá Boris Yeltsin, forseta. Ovastin fyri útinnandi valdi í Russlandi er forsetin, men undir sær hevði forsetin eina stjórn, sum er sett saman av einum forsætisráðharra og øðrum ráðharrum.

Stats Duma’in, sum er annað av teimum báðum lóggávutingunum í Russlandi, velur forsætisráðharran, meðan undir Boris Yeltsin, so valdi forsetin hinar ráðharrarnar. Tann 25. juli 1998 tilnevndi Boris Yeltsin, forseti, Putin til stjóra í FSB. FSB var føderala fregnartænasta Russlands, og eftirkomari av uppruna fregnartænastuni KGB, har Putin hevði starvast í 15 ár.


Forsætisráðharrin Putin

Tann 9. august 1999 skuldi gerast ein tann mest hendingarríki dagurin í lívinum hjá Putin. Fyrst bleiv hann tilnevndur sum varaforsætisráðharri Russlands. Hann bleiv tilnevndur sum ein av trimum varaforsætisráðharrum Russlands. Seinni sama dag bleiv hann tilnevndur sum virkandi forsætisráðharri yvir stjórn Russlands. Seinni aftur sama dag kunngjørdi Boris Yeltsin, forseti, at hann ynskti, at Putin skuldi taka yvir forsetasess sín. Og til allar seinast, enn sama dag, kunngjørdi Putin, at hann fór at stilla upp til komandi forsetaval í Russlandi.

Júst eina viku seinni, tann 16. august 1999, bleiv Putin so valdur til forsætisráðharra av stats Duma’ini. Men hann var tá ikki færri enn tann fimti forsætisráðharrin, sum stats Duma’in hevði valt seinastu 18 mánaðirnar. So eingin hevði tá stórar vónir til henda nýggja forsætisráðharran. Hann bleiv sæddur sum enn ein vinmaður Yeltsins, og væntaninar vóru, at hann fór at sita umleið líka leingi, sum hinir áðrenn hann, tað vil siga ikki serliga leingi.


Forsetin Putin

Tann 31. desember 1999 velur Boris Yeltsin so brádliga at leggja frá sær sum forseti. Sambært stjórnarskipan Russlands førdi hetta við sær, at forsætisráðharrin – Vladimir Putin – gjørdist virkandi forseti. Eftir ætlan skuldi forsetaval ikki verða fyrr enn í juni mánaða í 2000. Hetta var eisini dagfestingin, sum kappingarneytar Putins høvdu gjørt seg til reiðar til. Men av tí at forsetin legði frá sær í úrtíð, so skuldi forsetaval verða innan tríggjar mánaðir. Putin gjørdi sær dælt av hesari serstøðu, og hon var ikki íkomin av tilvild. Her lá ein ítøkilig ætlan frá Boris Yeltsin aftanfyri. Tann 26. mars 2000 vann Putin forsetavalið við 53% av atkvøðunum. Putin var nú vorðin forseti Russlands.

Sum nevnt, so var tað hvørki av tilvild ella av góðleika, at Putin fekk heiðurin, at gerast høvuðsvalevni til forsetavalið í 2000. Boris Yeltsin og familja hansara høvdu stýrt Russlandi heldur ivasamt, og aldrandi forsetin var tí bangin fyri, hvørjar avleiðingar hetta kundi fáa fyri hann og familjuna, tá hann ikki longur sat við valdið. Og fyrsta kunngerðin sum Putin setti í gildi sum virkandi forseti, sama dag sum hann bleiv tilnevndur tann 31. desember 1999, ásetti, at muturs ákærur og tílíkt móti fyrrverandi forsetanum og hansara nærmastu, ikki skuldi fremjast. Eftir at hava sitið sløk fýra ár sum forseti Russlands, varð Putin tann 14. mars 2004 afturvaldur sum forseti. Hann fekk umleið 71% av atkvøðunum.


Aftur forsætisráðharri

Sambært stjórnarskipan Russlands, so kann eingin veljast til forseta í meiri enn tvey fylgjandi valskeið. Putin kundi tí ikki endurveljast til forsetavalið tann 2. mars 2008. Í hansara stað kom ístaðin Dmitry Medvedev fyrrverandi varaforsætisráðharri. Dmitry Medvedev vann forsetavalið við 71,2% av atkvøðunum, og tók formliga við sum forseti tann 7. mai 2008. Longu dagin eftir – hin 8. mai 2008 – uppfylti Dmitry Medvedev eitt av sínum høvuðs vallyftum, nevniliga at gera Putin til forsætisráðharra. Henda hending bleiv millum fólk rópt, at teir báðir – Putin og Medvedev – lupu í borg, eins og gjørt verður í talvi.

Undir forsetavalskeiðinum hjá Medvedev bleiv longdin á komandi forsetavalskeiðum longd úr 4 ár upp í 6 ár. Og hóast russiska stjórnarskipanin skrivar, at eingin forseti kann sita longri enn tvey fylgandi valskeið, so forðar stjórnarskipanin ikki fyri, at ein fyrrverandi forseti kann verða endurvaldur seinni. Og hetta hendi eisini við Putin. Á landsstevnu hjá flokkinum Sameindu Russar tann 24. september 2011 skeyt Dmitry Medvedev upp, at Putin enn einaferð skuldi royna at gera landsins forseti. Putin takkaði fyri álitið, og skeyt samstundis upp, at Medvedev skuldi stilla upp til komandi parlamentsval, so at Medvedev kundi gerast forsætisráðharri – um nú alt gekk eftir ætlan. Tann 4. mars 2012 vann Putin forsetavalið við 63,6%, og gjørdist forseti fyri triðju ferð. Og Dmitry Medveded? Jú, hann bleiv forsætisráðharri.


Aftur forseti og hvat so?

Putin bleiv sum kunnugt afturvaldur til forseta, og hesaferð var forsetavalskeiðið 6 ár, í mun til 4 ár áður. Tann 18. mars 2018 verður so aftur forsetaval í Russlandi. Tað er eingin sum metir, at Putin ikki eisini verður afturvaldur til forseta tá. Hetta merkir, at hann verður verandi forseti Russlands til 7. mai 2024, tá hann verður umleið 71 ½ ára gamal. Sami aldur sum forsetin í USA Donald J. Trump er í løtuni, so ikki beinleiðis ein høgur aldur, fyri at vera ein av heimsins valdmiklastu monnum. Men tað stendur framvegis í russisku stjórnarskipanini, at eingin kann verða valdur til forseta í Russlandi, í meiri enn tvey fylgjandi valskeið.