Í morgin týsdagin, væntast russiski forsetin, Vladimir Putin, at luttaka á fyrsta topfundi sínum, síðan Wagner bólkurin gjørdi uppreistur fyri góðari viku síðan. Tað tók ikki long tíð til uppreisturin fór í vaskið.
Putin luttekur eftir ætlan á einum fundi í Shangai Cooperation Organisation (SCO), sum er ein felagsskapur til frama fyri Politiskum, búskaparligum og trygdarsamstarvi, sum bleiv stovnaður av Russlandi og Kina í 2001.
Ongin av londunum í SCO hava fordømt Russland í ST-samtyktum, men hava í staðin valt ikki at atkvøða. Tað skrivar tíðindastovan AP.
India er í ár vertur fyri topfundin, og sambært CNN fer Putin at nýta høvið til at tryggja leiðarunum í SCO londunum, at hann enn hevur valdið í Russlandi, hóast uppreisturin hjá Wagner bólkinum.