Putin gevur boð um at russar skulu koppsetast

Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, gav í dag heilsumyndugleikunum í Moskva boð um, at byrja við umfatandi koppsetan av fólkum kring landið móti Covid-19

Sigurjón Einarsson
2. desember 2020 kl. 16:25

Útsøgnin kemur eftir, at Russland mikudagin kundu leggja 589 andlát vegna koronufarsóttini afturat langa listanum. Tað skrivar Reuters.

Russiski leiðarin sigur, at tað eru framleitt næstan tvær milliónir skamtur av koppingarevninum Sputnik V. Sambært russiskum kanningum, er virkisførið á koppingarevnið uppi á 92 prosentum.  

Tilgongdin við russiska koppingarevninum byrjar longu í næstu viku, og tað verður russiski varaforsætisráðharrin, Tatiana Golikova, ið skal standa á odda fyri hesum arbeiðnum.

Interpol ávarar móti følskum koppingarevnum

Meðin fólk í Russlandi og Kina nú eru í gongd við at koppseta seg móti koronu, so ávarar Interpol nú móti følskum koppingarevnum. Tað skrivar norska VG.

- Brotsmannalið hava ætlanir at sníkja seg inn í ella órógva veitingarkervið, sigur aðalskrivarin í Interpol, Jürgen Stock.

Sambært VG sigur hann víðari, at brotsmenn fara at gera sær dælt av óvitandi fólkum.

- Brotsfólk fara at nýta falskar heimasíður og bjóða falskar viðgerðir, ið kunnu fáa neiliga ávirkan fyri lív og heilsu hjá fólki, sigur Jürgen Stock.