Russiski uttanríkisráðharrin vísur søgunum um Putin aftur

– Eg haldi ikki at fólk, sum eru við síni fullu fimm, síggja nøkur tekin um sjúku ella pínu hjá hesum persóninum, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, við franska sjónvarpstøðina, TF1. Um vikuskiftið segði ein ónavngivin fyrrverandi FSB- njósnari, at russiski forsetin hevur tvey-trý ár eftir orsakað av progressivari krabbameinssjúku

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, og russiski forsetin, Vladimir Putin. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
30. mai 2022 kl. 12:30

Hóast fleiri søgur eru um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er álvarsliga sjúku, so vísur  russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hesum upphaldinum aftur.

– Eg haldi ikki at fólk, sum eru við síni fullu fimm, síggja nøkur tekin um sjúku ella pínu hjá hesum persóninum, sigur Lavrov við franska sjónvarpstøðina, TF1.

Sambært Lavrov eru ongi tekin, sum benda á, at Putin er álvarsliga sjúkur. Lavrov vísti á, at Putin javnan sæst á skerminum, millum annað tá hann heldur røðu fyri russiska fólkinum.

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar í ár, hava søgur gingið í altjóða miðlunum um, at Putin skuldi verið álvarsliga sjúkur. Millum annað hevur leiðarin hjá ukrainsku trygdartænastuni, Kyrylo Budanov, áður sagt i eini samrøðu við Sky News, at Putin skuldi verið álvarsliga sjúkur.

Um vikuskiftið segði ein ónavngivin fyrrverandi FSB- njósnari, at russiski forsetin hevur tvey-trý ár eftir orsakað av progressivari krabbameinssjúku. Hóast fleiri keldur vilja vera við, at Putin er álvarsliga sjúkur, so vísur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hesum aftur.

Vladimir Putin er 69 ára gamal og hevur verið forseti í Russlandi síðani aldarskifti, undantikið tíðarskeiðið frá 2008 til 2012, tá hann var forsætisráðharri.