Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag havt sína árligu talu, har hann talar til russiska fólki. Í taluni ávaraði hann um, at eitt atomkríggj kann vera í væntu, um NATO londini velja at senda hernaðarhjálp til Ukraina.
Útsøgnin hjá Putin kemur í kjalarvørrinum av, at franski forsetin, Emmanuel Macron, mánadagin var frammi og segði, at hann ikki vil avvísa møguleikan um, at senda vesturlendska hernaðarhjálp til Ukraina. Fleiri lond, millum annað USA, hava tikið frástøðu frá útsøgnini hjá Macron.
Putin helt eisini, í sínari talu, fast við, at ein stórur meiriluti av russiska fólkinum, tekur undir við russisku hernaðarmálunum.
/ritzau/Reuters