Í dag verður Pusher Street grivin upp, og harvið taka christianittarnir endaligu uppgerðina við hashsøluna á Christiania.
Arbeiðið byrjaði klokkan 10 danska tíð, og christianittarnir hava bjóðað øllum Danmark, at hjálpa til og man er vælkomin at taka ein stein við heim, sum minni um mest umstríddu gøtuna í Danmark.
Søguliga sæð hava íbúgvarnir í Christiania og løgreglan verið millum argastu fíggindar, men í dag standa fyrrverandi andstøðingarnir saman um at gera enda á gøtuni, ið farnu nógvu árini hevur verið karmur um ólóliga hashsølu, bandauppgerðir og við jøvnum millumbilum – manndrápum, ið hava verið knýtt at skipaða kriminalitetinum.
Og løgreglan hevur eisini verið í gongd frá morgunstundini av, sigur varainspektørurin hjá løgregluni í Keypmannahavn, Simon Hansen.
- Vit syrgja fyri, at tað fer stillisliga fram. Tað fyrsta, vit hava gjørt í dag, er at tær 19 hashssølubúðurnar, ið stóðu her úti, eru tiknar niður, so vit hava eitt ruddiligari umráði at arbeiða í.
- Tá vit hava gjørt tað og christianittarnir skulu í gongd, trekkja vit okkum úr økinum og lata hetta vera teirra dag.
Hann trýr, at hetta kann verða endin av hashsøluni á Christiania.
- Í dag henda risa framstig. So kemur arbeiði, ið fylgir við at halda hashsøluni vekk frá Christiania. Tað fara vit í holt við í dag.
Fyrsti steinurin varð tikin av tveimum ungum christianittum
Næsti steinurin varð tikin av yvirborgarstjóranum í Keypmannahavn, Sophie Hæstrop Andersen, og løgmálaráðharranum, Peter Hummelgaard.
Myndir: Ritzau.