Púra opið, hóast tap

Kvinnurnar hjá H71 taptu 27-29, ímóti Slavia Prag í evropeisku kappingini í kvøld. Sunnudagin verður tað avgjørt hvør fer víðari í kappingini

Mynd: H71.fo
Helgi Hoydal
3. desember 2022 kl. 20:40

Dysturin var javnur allan vegin, hóast kekkar tað einu løtuna høvdu hug at renna undan. Stóri leikarin í dag, málverjin, Alda av Skarði, helt hoyvíkingarnar inni dystinum eina løtu í seinna hálvleiki.

Kundi gingið betri

Tað sást at hoyvíkskvinnur vóru ørkymlaðar eina langa løtu í dystinum. Tað var ikki alt sum riggaði, og serliga í verjuni máttu tillagingar gerðast fyri at fylgja við kekkiska liðnum.

Hóast tað kundi gingið betri, kundi tað eisini gingið verri. Tvey mál í hondbólti er ikki nógv, og H71 hevur 60 minuttir í morgin at vinna tey málini inn aftur.

Sum nevnt spældi Alda av Skarði ein framúr dyst. Hon varð skift inn tá bjargingarnar manglaðu, og hon gjørdi ikki mætari enn at taka 40 prosent av skotunum, ta løtuna hon var á vøllinum.

Málskjúttar hjá H71:

Elsa Egholm, 2

Brynhild Pálsdóttir, 1

Vár Bentsdóttir Zachariasen, 2

Maria Halsdóttir Weyhe, 2

Marita Mortensen, 4

Lukka Arge, 2

Lív Bentsdóttir Zachariasen, 1

Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe, 3

Jana Mittún, 6

Guðrið á Borg, 3

 

Dysturin í morgin verður spældur klokkan 19.00 í høllini á Hálsi.

Samlaði vinnarin av báðum dystunum fer víðari til næsta umfar, og er millum 16 tey seinastu.