Puigdemont handtikin og skal fyri týskan rætt

Túsundvís av katalanskum loysingasinnaðum uppreistrarfólkum vóru við í mótmælisgongum, tí fyrrverandi katalanski forsetin...

Elisa Vang
26. mars 2018 kl. 12:18

Túsundvís av katalanskum loysingasinnaðum uppreistrarfólkum vóru við í mótmælisgongum, tí fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, skal fyri rættin, eftir at hann varð handtikin í Týsklandi í gjár. Tað skrivar The Guardian á heimasíðu sína.

Puigdemont, sum hevur livað í sjálvvaldari útlegd í Brússel síðan oktoburmánað, ferðaðist í bili frá Finnlandi til Belgia sunnudagin, tá hann varð handtikin.

Týska løgreglan handtók hann eftir hann var farin um markið til Danmark. Handtøkan varð heimilað av eini europeiskari handtøkuváttan, sum Spania hevði sett í verk. Puigdemont er eftirlýstur av sponskum myndugleikum grundað á hansara uppreistur, eggjan til uppreistur og misnýtslu av almennum peningi.

Puigdemont verður í dag settur fyri einum týskum dómara, ið skal váttan hansara samleika. Rætturin skal síðan taka avgerð um, hvørt hann framhaldandi skal verða í varðhaldi ella ikki.

Tíðindini um Puigdemont hava birt upp undir heldur harðligan uppreistur í Katalonia, har minst 52 fólk í Barcelona eru løstað.

Ein skari uppá nøkur túsund fólk samlaðust uttanfyri Europeiska Umboðsmannatingið, har tey róptu "ikki meira kúgan" og "generell streyka". 

Ímeðan mótmælisgongurnar friðarliga hasaðu av, royndu nøkur hundrað uppreistrarfólk at bróta ígjøgnum manngarðin av løgreglufólki, ið umgirdi sponsku stjórnina í Barcelona. Uppreistrarfólkini vórðu bukað aftur við taktstavum

Mótmælisgongur vóru í øllum høvuðstøðunum í teimum fýra landspørtunum í Katalonia, og høvuðsvegir vóru forðaðir av uppreistrarfólkum, ið sótu á vegunum. Alt hetta bendir á, at mótmælisgongurnar gerast alsamt ófriðarligari.

Meira kann lesast HER