Puidgemont: Avgerðin kann ikki góðtakast

Katalanski forsetin, Carles Puidgemont, kallar avgerðina hjá sponsku myndugleikunum fyri stórsta álop í nýggjari søgu

Guðrun í Jákupsstovu
22. oktober 2017 kl. 13:39

Spanska stjórnin tók í gjár avgerð um, at taka grein 155 í sponsku grundlógini í nýtslu. Hendan greinin gevur heimild til, at taka sjálvstýri í Katalonia úr gildi. 
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð at grein 155 er tikin í nýtslu. Tað skriva fleiri útlenskir miðlar

Katalanski forsetin, Carles Puidgemont, hevur verið alment úti og kallað hetta fyri tað ringasta valdsálopið síðan einræðisstýrið hjá Franco.

Avgerðin hjá sponsku myndugleikunum hevur fingið øði í fólk, og umleið ein hálv millión fólk vóru úti á gøtunum í Katalonia og mómæltu hesum í gjár. 

Spanskir ráðharrar skulu nú umsita stýringina av Katalonia inntil nýval verður hildið í Katalonia um eitt hálvt ár.