Tvær týðandi raðfestingar innan heilsuøkið komandi ár eru raðfestingarnar í psykiatriini og á diagnostiska økinum.
Virksemið á seingjardeildini í psykatriini skal økjast frá 19 til 25 seingjarpláss.
Á diagnostiska økinum økist virksemið samstundis, sum tað skal verða skjótari at fáa svar uppá blóðroyndir, skanningar v.m.
Frá 19 til 25 seingjarpláss í psykiatriini
Tá ið Psykiatriski depilin flytur í nýggja H-bygningin, verður tað møguligt at hava fleiri sjúklingar innlagdar á seingjardeildini í psykiatriini. Talið fer úr 19 til 25 seingjarpláss. Økta virksemið í psykiatriini hevur við sær, at tørvur verður á meirjáttan til umleið 10 ársverk afturat á Psykiatriska deplinum komandi ár.
Umframt at virksemið í psykiatriini økist við fleiri seingjarplássum, fær Psykiatriski depilin munandi betri umstøður í H-bygninginum.
Nýggju hølisumstøðurnar á seingjardeildini liggja í ljósum og friðarligum umhvørvi. Deildin er innrættað soleiðis, at virksemi kann skipast smidligt. Møguleiki verður fyri at býta deildina sundur í fleiri eindir, sum kunnu virka hvør sær, alt eftir hvønn tørv innløgdu sjúklingarnir hava. Har eru 25 seingjarstovur tilsamans, umframt fleiri virkisrúm og eitt stórt øki uttandura.
Fleiri seingjarpláss og munandi betri hølisumstøður í psykiatriini kemur sjúklingunum til góðar, tað gleðist eg um. Harafturat nærkast vit málinum um at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur, nú allir sjúklingar skjótt fáa somu inngongd til sjúkrahúsið”.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Meira og skjótari diagnostikk
Tað skal vera skjótari at fáa svar uppá blóðroyndir, skanningar og annað. Til at røkka hesum, umframt vaksandi virkseminum á diagnostiska økinum, verður játtanin fyri komandi ár økt við 3,2 mió.kr. Á Diagnostiska deplinum eru røntgen, patologi og rannsóknarstova.
Tørvurin á diagnostiskum kanningum broytist í trá við, at virksemi á sjúkrahúsinum broytist. Til dømis, verða ikki fleiri seingjarpláss á medisinska økinum, men tað ambulanta virksemi veksur. Hetta hevur við sær, at útgreiningar skulu gerast skjótari, so sjúklingar ikki eru óneyðuga leingi innlagdir, og fyri at fyribyrgja óneyðugum innleggingum.
Í sambandi við, at fult virksemi verður í H-bygninginum komandi ár, verður økið, sum rannsóknarstovan skal fevna um, munandi størri, tá blóðroyndir og annað skulu takast á deildunum.
Hesi broyttu viðurskifti hava við sær, at størri trýst verður á at fáa skjótar útgreiningar, soleiðis at virksemi á seingjarstovunum og í ambulatoriunum kann gerast so smidligt og vælvirkandi sum til ber.
Fyri at nøkta broytta og vaksandi tørvin á diagnostiska økinum, er tørvur á fleiri bioanalytikarum, mikrobiologum og radiografum. Tilsamans verður tørvur á umleið 6 ársverkum til dag-, kvøld- og náttarvaktir. Harafturat verður MR-skannaratoymi, sum røkir MR-skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi, styrkt.
Hendan raðfestingin hevur stóran týdning fyri flestu sjúklingar. Tá sjúka skal staðfestast, og støða skal takast til hvør viðgerð er tann rætta, eru útgreiningarnar hjá Diagnostiska deplinum avgerðandi. Tað hevur stóran týdning fyri sjúkugongdina, at útgreiningarnar eru skjótar og rættar”.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum