Tað verður framvegis dýrari at keypa matvørur og drykkjuvørur. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, - men her skal viðmerkja, at drykkir við alkoholi í, eru ikki við í hesum yvirlitinum.
Men hóast prísirnir eru hækkaðir hetta seinasta árið, eru hækkingarnar verri enn so líka stórar, sum tær hava verið. Príshækkingarnar á mati og drekka, vóru oman fyri 13 prosent frá 2022 til 2023
Hagstovan sigur, at sum heild eru prísirnir á matvørum hækkaðir 3,2 prosent hetta seinasta árið. Tað merkir, at matvørur, sum kostaðu 100 krónur í mai í fjør, kosta 103,20 í dag.
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu gongdin hevur verið fyri tey ymsu sløgini av matvørum, men tað sæst, at tað eru serliga prísirnir á fiski, kjøt og frukt, og øðrum neyðsynjarvørum, ið eru hækkaðar.
Prísurin á breyði er hækkaður 2,9 prosent og prísurin á kjøti er hækkaður 6,2 prosent. Har er tað serliga svínakjøt og lambskjøt, sum er dýrari, men hinvegin er neytakjøt bíligari nú enn tað var fyri einum ári síðani.
Prísurin á fiski er hækkaður 5,1 prosent og somuleiðis er prísurin á frukt hækkaður 4,5 prosent.
Tað eru ikki allar matvørur og drykkjuvørur, ið eru hækkaðar í prísi hetta seinasta árið, eitt nú er tað bíligari at keypa matolja og kaffi. Prísurin á kaffi, te og kakao eru lækkaðir 6,3 prosent og príshækkingin á mjólk, osti og eggum er minni enn eitt prosent.
Afturfyri er prísurin á sjokulátu og góðgæti er hækkaður enn meira enn prísurin á mati, tí har er príshækkingin næstan sjey prosent. Prísvøksturin á øðrum søtum vørum, sum kakao, djús og sodavatn hevur eisini verið stórur seinasta árið, tí teir prísirnir eru hækkaðir 4,3 prosent.