Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at hetta seinasta árið, frá august í fjør til august í ár, eru prísirnir hækkaðir 1,7 prosent. Og tað er minsti prísvøkstur í meira enn trý ár.
Sostatt eru prísirnir í Føroyum hækkaður minni enn í nógvum londum í Evropa.
Í miðal eru prísirnir í ES-londunum nevniliga hækkaður 2,4 prosent hetta seinasta árið.
Príshækkingarnar í Danmark, haðani vit fáa at kalla allar okkkara vørur, var bara 1,4 prosent, so har eru prísirnir hækkaðir minni enn í Føroyum.
Hinvegin er størsti prísvøksturin í Íslandi, har hann er seks prosent. Í Svøríki er prísvøksturin 1,9 prosent og Noregi 2,6 prosent. Lægstur er prísvøksturin í Finnlandi har hann er hann er 1,2 prosent.
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at tá ið príshækkingarnar eru gjørdar upp uttanlands, er húsaleiga ikki við.