Hesi seinastu árini eru prísirnir á sethúsum hækkaðir rættiliga nógv. Men alt fær ein enda, eisini uppgangstíðir og í fjør kom eisini rættiligur stígur í sethúsaprísirnar.
Tað sæst á eini nýggjari uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í fjør kostaði eini sethús slakar 2,689 milliónir í miðal. Tað eru 86.000 krónir enn í 2022, tá ið sethúsini kostaðu 2,603 milliónir í miðal
Men verður bara farið aftur til 2022, var miðalprísurin, 1,954 milliónir og sostatt hækkaði prísurin 735.000 krónur í miðal tey fýra árini frá og við 2020 til og við í fjør.
Sum heilt eru prísirnir støðugt hækkaðir síðani 2011, tí tá kostaði eini sethús 1,268 milliónir í miðal, so prísirnir eru hækkaðir meiri enn 1,4 milliónir í miðal frá 2011 til 2023.
Til stuttleika kann nevnast, at í ringastu kreppuárinum, í 1994, kostaði tað í miðal bara 448.000 at keypa eini sethús.
Men síðani eru prísirnir alsamt hækkaðir - til í kreppuni í 2007, tá ið prísurin aftur lækkaði í nøkur ár, til full ferð kom á aftir.
Hagstovan sigur, at prísirnir eru gjørdir soleiðis upp, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanligir bústaðir verða keyptir og seldir fyri.
Tí eru prísirnir á grundstykkjum og íbúðum, ikki tikin við, og prísirnir á húsum á grundstykkjum, sum eru minni enn 250 fermetrar, eru heldur ikki tiknir við.
Hús sum verða seld serliga bíliga ímillum familjulimir eru heldur ikki við, og somuleiðs heldur ikki hús, sum eru yvirtikin á tvingsilssølu.
Húsasølurnar eru býttar upp eftir øki. Tað er fyrst og fremst Tórshavnar øki, men so eru tað eisini tær størro bygdirnar, sum eru Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta, Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur og Vestmanna.
Tær smærru bygdirnar eru so eitt øki fyri seg.
Og uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í roynd og veru er tað bara á smábygd, at prísirnir eru hækkaðir hetta seinasta árið.
Í Havnini var tað í miðal, einar 126.000 túsund krónur bíligari at keypa eini sethús í fjør enn tað var í 2022.
Á teimum størru bygdunum kostaði eini sethús góðar tvær milliónir í miðal í fjør, og tað eru 200.000 krónur minni enn tey kostaðu í 2022.
Men á smábygd kostaðu eini sethús góðar 1,9 milliónir í fjør og tað eru smáar 80.000 krónur meiri enn í 2022.