Fyribils sleppur linjuverjin Constantine Hatzidakis ikki aftur á vøllin.
Eftir at hann á upptøkum frá sunnudagsins Premier League dysti millum Liverpool og Arsenal sá út til, at geva Andrew Robertson ein alboga í høvdið, er hann blivin leikbannaður.
So leingi hendingin verður kannað, sleppur Constantine Hatzidakis ikki at døma dystir, upplýsir dómarafelagið PGMOL sambært fleiri miðlum, m.a Liverpool Echo.
- PGMOL fer ikki at velja Constantine Hatzidakis til dystir í nakrari kapping, í meðan FA kannar hendingina við linjuverjanum og Liverpool verjuspælaranum Andrew Robertson á Anfield, skrivar dómarasambandið í eini yvirlýsing.
Á upptøkunum sær Robertson út til at siga okkurt við Hatzidakis, sum úrslitar í, at linjuverjin í eini skjótari rørslu albogar Robertson í høvdið.
Skotski bakkurin klagaði um hendingina til dómaran Paul Tierny og fekk gult kort afturfyri.