Premier League: Lagnudystur hjá reyðu djevlunum

Skal Manchester United halda lív í vónini um meistaraheitið er tað sera týdningarmikið við trimum stigum á Old Trafford í dag

Ragnar Sjúrðarson
19. februar 2023 kl. 13:16

Seinast Manchester United og Leicester møttust vann United 1-0 við flottum máli frá Jadon Sancho. Hetta var afturi í september, og síðan tá er nógv hent hjá feløgunum báðum.

Leicester byrjaði kappingarárið sera illa, har felagið tapti seks av sjey dystum. Brendan Rodgers slapp tó at verða sitandi í venjarastólinum, og norðurírin hevur vent skútuni og fingið Leicester uppum niðurflytingarstrikuna.

Manchester United hevur somuleiðis vent einum ræðuligum kappingarári til nakað gott. Erik Ten Hag hevur megnað, at fingið Manchester United úr jarðarferðarstemninginum og líkist United í dag einum toppliðið. Og í dag er tað eitt krav, at Erik Ten Hag og hansara menn spæla sum eitt topplið, fyri framhaldandi at anda Arsenal og Manchester City í nakkan.

Dysturin byrjar klokkan 14:00.