Premier League hevur ákært Manchester City fyri fleiri brot á Financial Fair Play.
Tað skriva fleiri bretskir miðlar í dag.
Financial Fair Play gongur í stuttum út upp á, at eitt fótbóltsfelag ikki kann brúka meiri pening, enn felagið fær inn í inntøkum.
Ákæran ljóðar upp á fleiri enn 100 brot á Financial Fair Play-reglarnar yvir eitt tíðarskeið upp á níggju kappingarár.
Ein ákæra ljóðar upp á, at City ikki hevur givið eina rættvísandi mynd av búskapin hjá felaganum, tá tað kemur til inntøkur og rakstrarútreiðslur.
Ein onnur ákæran er, at felagið ikki hevur upplýst allar detaljur um løn til venjarar og spælarar í sáttmálunum. Millum annað skal Roberto Mancini, sum var venjari frá 2009-2013 hava fingið eins nógva løn undir borðið, sum hann alment skal hava fingið, sambært sínum sáttmála.
Eisini hevur felagið ikki samarbeitt við Premier League síðan desember í 2018, har felagið ikki hevur latið øll skjøl og upplýsingar, sum Premier League hevur spurt eftir – hetta í samband við eftirlit.
Premier League er ikki komið við nakrari viðmerking í samband við hesa sakina, men bretskir miðlar skriva, at Manchester City er í vanda fyri at missa stig, verður felagið funnið skyldugt fyri ákærurnar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at City hevur verið undir ákæru. Í 2020 broytti ítróttargerðarrætturin, CAS, ein dóm, eftir at UEFA annars var komið fram til at Manchester City hevði brotið fleiri Financial Fair Play-reglar í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2016.