Prædikarin á donskum

Annað bind í røðini um William Hammer og Skansadeildina kemur út á donskum hósdagin 5. oktobur við heitinum Prædikeren

Georg L. Petersen
3. oktober 2017 kl. 17:25

Annað bind í røðini um William Hammer og Skansadeildina eftir Jógvan Isaksen kemur út á donskum hósdagin 5. oktobur við heitinum "Prædikeren" Týðari er Anya Mathilde Poulsen og Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt eina nýggja kápu.

Ein kvinna verður funnin deyð í enum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini.