Eftir bumbuna í gjár, tá Sámal Erik “Bagge” Hentze ynskti at vera loystur úr starvi sum høvuðsvenjari í AB, er nú greitt, at tað verður hjálparvenjarin og høvuðsungdómsvenjarin, sum fyribils taka yvir í AB.
– Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen taka yvir fyribils. Teir koma at hava høvuðsábyrgdina fyri liðnum í steypadystinum í kvøld, sigur formaðurin í AB, Marius Thomassen við Dimmalætting.
Tað er í kvøld klokkan 18, at HB og AB hittast í Gundadali í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, og nú verður tað upp til hjálparvenjaran, Jón Krosslá Poulsen, og annan høvuðsungdómsvenjaran, Rógva Poulsen, at royna at fáa eitt gott úrslit í Gundadali í kvøld.
Tað hevur verið nakað av rumbli kring AB seinastu dagarnar, eftir at Kringvarpið hevði fingið innlit í tvey skjøl millum AB og ein av útlendsku spælarunum í felagnum, har útlendski leikarin fær 12.300 krónur í mánaðarløn – sum er minstalønin, men har leikarin samstundis verður kravdur at gjalda 9.500 krónur aftur til AB í húsaleigu.
Hóast hetta rumblið, so legði AB, í tíðindaskrivi í gjár, áherðslu á, at endaða samstarvið millum AB og Bagga einki hevði við søgurnar um AB í miðlunum at gera.
Hevði ein trý-ára sáttmála
Tað var í desember í fjør, at AB kunngjørdi, at Bagge vendi aftur til Argir. Tá skrivaðu Sámal Erik Hentze og AB undir ein trý-ára sáttmála.
Sámal Erik Hentze er eitt kent navn í AB. Hetta er fjórða ferðin, at hann var høvuðsvenjari hjá argjamonnum. Í 2002 var hann við at vinna besta mansliðið upp í næstbestu deildina á fyrsta sinni. í 2012 flutti hann AB upp í bestu deildina, og bæði í 2013 og 2015 eydnaðist tað honum at venda skútuni og tryggja sætið í bestu deildini, tá AB annars lá til at flyta niður.
Bagge hevur verið við til at vinna føroyameistaraheitið sum venjari fýra ferðir. Í 2009 vann hann FM við HB, í 2014 við B36 og í 2016 umframt í 2017 vann hann við Víkingi.
Men nú skal AB til at finna sær ein nýggjan høvuðsvenjara, sum fyribils eita Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen.
– Vit arbeiða við einari venjaraloysn, men hetta hastar tó ikki sum so, sigur Marius Thomassen.