Poulina Øregaard Isaksen í starv hjá flogbóltssambandinum

Poulina Øregaard Isaksen er nýggjur samskipari og skrivstovufólk í Flogbóltssambandi Føroya

Ragnar Sjúrðarson
15. august 2023 kl. 21:09

Nevnd og stjóri í Flogbóltssamband Føroya gjørdu herfyri av at seta Poulinu Øregaard Isaksen í starv sum skrivstovufólk og samskipara. Tað skrivar Flogbóltssamband Føroya á teirra Facebook vanga.

Poulina byrjaði í starvinum hjá FBF mánadagin 14. august.

Hetta hendir í sambandi við, at Jana Jacobsen 1. september fer í annað starv. 

Poulina er úr Klaksvík. Síni ungdómsár leikti Poulina flogbólt við Mjølni og síðani við besta kvinnuliðnum, har hon gavst í 2012.

Tað verða so frameftir Ian Dam, stjóri, og Poulina, sum fara at hava dagliga virksemið hjá FBF um hendi.

Fyrstu stóru uppgávurnar verða at leggja allar lands- og steypakappingarnar til rættis, fáa gongd á flogbóltsskúlan aftur eftir summarsteðgin og at skipa NEVZA-kappingarnar fyri U17 og U19 í oktober.