Poul Schlüter er deyður
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter er deyður. Hann bleiv 92 ár
Sigurjón Einarsson
28. mai 2021 kl. 10:27
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter er deyður. Tað boðar familja hansara frá gjøgnum heimasíðuna hjá teimum Konservativu
Poul Schlüter var forsætisráðharri frá 1982 til 1993, og er tann seinasti politikkarin hjá teimum Konservativu, ið hevur verið forsætisráðharri.
– Tað er við sorgblídni, at eg frá konuni hjá Poul Schlüter og familju hansara beri hesi boðini víðari, at fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Schlüter er deyður, sigur formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, í einum boðum, sum eru endurgivin í B.T.
Sambært heimasíðuni hjá flokkinum, vóru tey nærmastu hjá honum, tá hann andaðist í gjáramorgun.