Ein nýggj kanning, ið er almannakunngjørd í læknaritinum Nature Ageing, vísur, at tað virkna evnið Sildenafil í Viagra-bollanum, sum møguliga kann forða fyri deyðiligu Alzheimer-sjúkuni.
Tað skrivar Politiken.
Granskararnir, ið hava gjørt kanningina, eru komnir fram til hetta úrslitið, eftir at hava kannað sjey milliónir heilsutryggingarrættarmál í USA. Har komu teir fram til, at fólk, ið høvdu fingið resept-medisin, har sildenafil var í, høvdu 69 prosents minni møguleika fyri at fáa Alzheimer.
Hetta varð eftirkannað í kanningarstovuni, og eftirkanningin váttaði, at sildenafil ikki bara hjálpir monnum í neðra, men eisini tá tað kemur til at forða fyri minnissvinn og Alzheimer.