Postkort frá sjólátnum dana umborð á Titanic

Á uppboðssøluni hjá Bruun Rasmussen Auctioneers er serliga ein lutur, ið hevur vakt ans

Turið Justinussen
26. november 2018 kl. 14:05

Á uppboðssøluni hjá Bruun Rasmussen í morgin, týsdagin 27. novembur, er serliga ein lutur, ið hevur vakt ans. Talan er um eitt hondskrivað postkort, ein dani, ið var umborð á Titanic, sendi konu síni áðrenn fráferð

Bruun Rasmussen Auctioneers er eitt av førandi altjóða uppboðssøluhúsunum, og telist millum tey eldstu í Danmark. Áleið hundrað túsund lutir verða seldir á uppboði hvørt ár á siðvandum uppboðssølum og dagliga á netinum. Lutirnir kunnu vera alt frá forn- og samtíðargripum, list, bókum og prýðislutum, myntum og frímerkjum til vín og vápn.

Hvør lutur hevur eina serliga søgu, og hetta postkortið skrivaði danski maskin-eftirlitsmaðurin Jacob Christian Milling (1863-1912) til konu hansara, Augustu í Odense bert fáar tímar áðrenn RMS Titanic, “skipið, ið ikki kundi søkka”, legði frá landið á syðru strondini í Onglandi.

Jacob Christian Milling var ein av trettan danum, ið var við á lagnutungu jomfrúferðini hjá skipinum Titanic tvørtur um Atlantshavið. Hann var í starvi hjá Sydfyens Jernbaner og var viðurkendur fyri sín kunnleika og førleika at byggja partar til lokomotiv. Í 1912 fekk hann ein goldnan lestrartúr til Amerika játtaðan. Hann skuldi vara burtur í tveir mánaðir, men Jacob Milling gjørdist ein av teimum 1490 ferðafólkunum, ið ikki yvirlivdu sjóvarvanlukkuna henda várdag náttina millum 14. og 15. apríl 1912.

Sendi konuni postkort
Postkortið er tíðarfest 10. apríl 1912 í Southhampoton. Tað varð sent morgunin, Jacob Milling skuldi avstað frá South Western Hotel gistingarhúsinum í Southhampton, har hann sat spentur og bíðaði við útsýni yvir mæta skipinum frá vindeyganum. Á postkortinum stendur (yvirsett frá donskum):

"Góða Augusta!
Hetta er tað síðsta, tú hoyrir frá mær frá hesu síðuni av Atlantshavinum. Kanska eg sendi eitt fjarrit, um tað ikki kostar ov nógv. Eg búgvi á Banen's Hotel, tað er ikki bíligt, men hugnaligt. Frá vindeyganum, síggi eg skipið við bryggju. Hvussu hava tey gomlu tað? Gev teimum og børnunum mínar heilsur. Nógvar heilsur til tykkum øll. Frá Jacob."

Fáir dagar seinni, tann 14. apríl sendi hann fjarritið, ið hann nevndi í postkortinum, frá skipinum. Hann byrjaði við fyrireikaðu kotuni (ABANAPAS), at alt var í lagi: "Alt er gott, logn, skipið er í lagi, eg hugni mær, góðir ferðafelagir, ein undurfullur túrur."

Jacob Christian Milling varð sjólátin í ísakalda sjógvinum
Fjarritið kom fram til Augustu á adressuni hjá parinum í Odense bert fáar tímar eftir at Jacob Milling varð sjólatin í ísakalda Atlantshavinum. Jacob Milling varð funnin sum lík #271 og fluttur til Halifax, Canada, har hann síðani umvegis Boston umborð á C.F. Tietgen varð sendur til Keypmannahavnar 16. mai 1912. Av tilvild varð líkið av einum øðrum kendum dana, høvundinum Herman Bang, flutt heim við sama skipi. Herman Bang varð deyður á einum reading -tour í Amerika. 

Jacob Christian Milling varð jarðaður á Assistens Kirkegård mitt í Keypmannahavn tann 3. juni 1912. 

Ein livandi endurminning 
- Eingi tílík skjøl, ið stava frá danum, ið vóru umborð á Titanic eru tøk á fría marknaðinum, og tískil kann hetta postkortið verða skoðað sum eitt týdningarmikið skjal, ið virkar sum ein livandi endurminning av søguligu vanlukkuni, sigur Christian Grundtvig, stjóri á Frímerkjadeildini hjá Bruun Rasmussen Auctioneers. 

Slíkir lutir verða róptir memorabilia, ið merkir minnislutur. Í samrøðu við Dimmalætting, sigur Christian Grundtvig, at royndir hansara við slíkum lutum eru avmarkaðar. Virðismetingin bleiv gjørd í samsvar við, hvat aðrir Titanic memorabilia lutir verða seldir fyri á enska og amerikanska marknaðinum.

Áhugin fyri teimum er vaksandi, og hetta postkortið er heilt serligt:

- Tað hevur alla søguna og er avgjørt áhugavert, sigur Christian Grundtvig. 

Søguliga postkortið, ið varð funnið fyri 20-25 árum síðani og higartil hevur verið ogn hjá frímerkjasavnaranum, Ole Steen Jacobsen (1941–2015), er virðismett til 30.000-50.000 krónur, og verður selt á uppboðssølu hjá Bruun Rasmussen í morgin, 27. novembur í Keypmannahavn. 

 

 

Viðmerking: Eftir at hava tosað við Bruun Rasmussen Auctioneers um faktuellu upplýsingarnar, spurnartekin er sett við, viðgongur danska uppboðssølan at feilur var í upprunaligu upplýsingunum, sum nú eru rættaðar. Tað, ið er rættað, er at deyðstalið var omanfyri 1.500 og at høvundurin, Herman Bang, ikki varð fluttur heim við sama skipi.