Posta setur fyribilsstjóra

Í næstum fara tey at søkja eftir nýggjum stjóra

Áki Bertholdsen
23. oktober 2024 kl. 12:49

Fyrst í mánaðinum varð upplýst, at stjórin í Posta, Hans Jacob Langgaard, hevði sagt upp eftir at hann bar hevði verið stjóri í 10 mánaðir.

Nú boðar nevndin á Posta so frá, at til nýggjur stjóri er settur, verður Edvard Remberg, KT-leiðari, fyribilsstjóri. Edvard Remberg hevur verið á Posta sum KT-leiðari síðani 2014. 

 Í næstum fer Posta so at lýsa eftir nýggjum stjóra.