Posta hevur nú fingið nýggjan nevndarformann. Landsstýrið sigur, at á eykaaðalfundi í posta í fyrradagin varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni.
Hesa seinastu tíðina hevur fíggjarliga úrslitið hjá Posta verið vánaligt, serliga tí at brævaflutningurin er í stórari minking, og tí hevur verið neyðugt at lagað felagið til.
Og tað arbeiðið heldur landsstýrismaðurin, at Árni H, Ellefsen er rætti maðurin at standa á odda fyri
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, ið varðar av felagnum, heldur, at Árni H. Ellefsen fer at veita eitt gott íkast til nevndina í Posta.
Hann sigur soleiðis: Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari.
Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði.”