Portugisisku stjørnurnar trína inná pallin í kvøld

39-ára gamli Ronaldo tekur lut í sínum sætta EM-endaspæli

Fríðmundur Nattestad
18. juni 2024 kl. 12:30

Í kvøld eru seinastu dystirnir í fyrsta umfari í bólkaspælinum í EM. Talan er um bólk F, har luttakandi liðini eru Portugal, Kekkia, Turkaland og Georgia.

Turkaland og Georgia bresta saman í fyrra dystinum í dag, sum byrjar klokkan 17. Turkaland er greiður favorittur at vinna dystin, og fer helst at kappast við Kekkia um 2. plássið í bólkinum. Georgia er veikasta liðið í bólkinum, og luttekur á fyrsta sinni í einum endaspæli, men fara teir uttan iva at royna alt teir megna, at geva hinum liðunum í bólkinum ein skarpan gang.

Klokkan 20 í kvøld trína stjørnurnar úr Portugal á EM-pallin, tá teir skulu royna at knógva Kekkia. Portugal, sum telist millum tey liðini, við góðum møguleika fyri at vinna EM, hevur fleiri stórar leikarar á liðnum, m.a. Rúben Dias, Bernardo Silva og Bruno Fernandes.

Stóra stjørnan hjá Portugal er tó enn 39-ára gamli Cristiano Ronaldo, sum hevur skotið 130 landsliðsmál í 207 dystum. Hetta er sætta ferðin, at legendariski málslúkurin tekur lut í einum EM-endaspæli, sum er met.


Bólkur F

Klokkan 17: Turkaland - Georgia

Klokkan 20: Portugal - Kekkia