Portugisari verður venjari sum eisini fer at spæla á Argjum

32 ára gamli Luís Freitas Jr. fer at spæla við AB og venja kvinnuliðið og gentulið

Mynd: AB
Jóannes Hansen
19. februar 2024 kl. 22:22

AB skrivar soleiðis í kvøld:

AB hevur í vetur arbeitt við at finna nýggjan venjara til 1. deildarliðið hjá kvinnum, og hetta er nú eydnast. Nýggi venjarin er Luís Freitas Jr., sum er 32 ára gamal og úr Portugal.
Umframt at vera venjari hjá kvinnunum, fer Luís eisini at venja Gentur 16. Og afturat øllum hesum, so fer Luís eisini at spæla við 1. deild monnum. Luís er ein álopssinnaður leikari, ið kann spæla bæði sum vongur og áleypari.
Luís hevur B-venjaraprógv, og eisini hevur hann eisini eina masters-útbúgving í humanfysiologi.

Sum leikari hevur Luís ferðast víða, og síðstu árini hevur hann m.a. spælt í Íslandi, Finnlandi og Luxembourg.

AB skrivar, at um onkur genta ella kvinna er áhugað í at spæla fótbólt, so eru venjingartíðirnar hesar:

Venjingartíðirnar hjá 1. deild kvinnum:

Mánadag: Kl 16:30

Týsdag: Kl 16:00

Fríggjadag: Kl 16:00

 

Venjingartíðirnar hjá 1. deild kvinnum:

Týsdag: Kl 19:45

Hósdag: Kl 19:45