Portugisari fer at venja Kyndil

Saman við Eyðuni Rannváarson Jensen og Sophus Dal Christiansen fer Paulo Costa úr Portugal at venja kvinnuliðið hjá Kyndli

Jóannes Hansen
21. juni 2023 kl. 19:03

Kyndil skrivar soleiðis í dag:

Kyndil hevur gjørt ein 1-ára sáttmála við Paulo Costa, nú gjørt er av, at Jakob Lárusson, ið vandi kyndilskvinnur farna kappingarár, skal venja mansliðið hjá Kyndli saman við Davidi Edvardsen.

Paulo Costa var frá 2015 til 2018 tekniskur samskipari hjá U20- og U18-monnunum hjá Porto. Frá 2018 til 2020 stóð hann á odda fyri fremsta kvinnuliðnum hjá Füsche Berlin, og frá 2020 til í ár vandi hann fremsta kvinnuliðið hjá Maiastars í Portugal.

Eyðun Rannváarson Jensen hevur verið ungdómsvenjari hjá Neistanum og er í løtuni kropsligur venjari hjá HB. Sophus Dal Christiansen hevur í fleiri umførum verið høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá kyndilskvinnum.

”Vit eru sera fegin um at hava fingið Paulo Costa til felagið, tí talan er um væl útbúnan og royndan venjara. Eisini fegnast vit um, at Eyðun og Sophus eru fúsir at menna kvinnuliðið saman við honum, og at Jakob Lárusson og David Edvardsen hava játtað at venja menninar,” sigur Maibritt Johannessen úr nevndini hjá Kyndli.

Paulo Costa byrjar í venjarastarvinum 1. august 2023 og skal umframt kvinnuliðið venja fleiri ungdómslið. Samstundis verður hann knýttur at hondbóltsskúlanum hjá Kyndli á Skúlanum á Fløtum.

”Tað er mær ein stór gleði og eisini stór ábyrgd at taka við sum venjari hjá kyndilskvinnum. Eg vænti mær eitt sera úrtøkuríkt kappingarár og gleði meg at byrja,” sigur Paulo Costa, skrivar Kyndil í dag.