Portugal lá klárt á odda, tá dómsnevndir í teimum ymisku londunum høvdu greitt atkvøðu, og tá tað kom til vanligu atkvøðurnar var tað bara Bulgaria, sum kundi hótta – men eisini har vann Portugal.
Av teimum norðurlendsku londunum var tað Svøríki, sum kláraði seg best við einum fimta plássi, meðan Noreg kom á einum tíggjunda plássi. Danir endaðu á einum tjúgunda plássi, og tað var verri enn danir høvdu væntað og vónað.
Úrslitið varð hetta:
1 Portugal - 758
2 Bulgaria - 615
3 Moldova - 374
4 Belgia - 363
5 Svøríki - 344
6 Italia - 334
7 Rumenia - 282
8 Ungarn - 200
9 Australia - 173
10 Noreg - 158
11 Holland - 150
12 Frakland - 135
13 Kroatia - 128
14 Aserbadjan - 120
15 Stóra Bretland - 111
16 Eysturríki - 93
17 Hvítarussland - 83
18 Armenia - 79
19 Grikkaland - 77
20 Danmark - 77
21 Kypern - 68
22 Pólland - 64
23 Ísrael - 39
24 Ukraina - 36
25 Týskland - 6
26 Spania - 5