So er tað greitt, at Portugal hevur vunnið bólk F, og at Portugal hevur tryggjað sær pláss í 1/8 finaluni.
Í kvøld vann Portugal í Dortmund tryggan 3-0 sigur ímóti Turkalandi eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
Turkaland hevur framvegis møguleika at halda fram í kappingini. Hvussu tað verður við tí fæst at vita mikudagin, tá ið Turkaland fer at spæla finalu um næstfremsta plássið í bólkinum ímóti Kekkia.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 29 ára gamli Bernando Silva, sum legði Portugal á sigurskós. Uppspælið var í vinstru, og tað var Nuno Mendes, sum av baklinjuni legði bóltin fyri føturnar á Manchester City miðvallaranum, sum setti bóltin í málið.
Tá ið ein hálvur tími var farin, bleiv støðan hjá Turkaland uppaftur verri. Tá var talan um sera klossut sjálvmál, og so var 2-0 til Portugal.
Tíggju minuttir eftir steðgin varð trivaligi 3-0 sigurin staðfestur. Nú var tað 29 ára gamli framrættaði miðvallarin hjá Manchester United Bruno Fernandes, sum var málskjútti. Cristiano Ronaldo varð spældur leysur, og heldur enn at royna sjálvur ímóti málinum, sum hann ofta plagar at gera, so legði Ronaldo bóltin fyri føturnar á Ronaldo, ið var heilt leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.
Í síðsta minutti var tað aftur Cristiano Ronaldo, sum spældi Bruno Fernandes leysan, men nú varð skotroyndin blokerað.
Mikudagin hittast Georgia og Portugal og Kekkia og Turkaland.