Porkeri: Spennandi savnsbygd

Porkeri er ein spennandi fornminnabygd í Føroyum. Her hoyrir millum annað ein ogn í býlinginum Eystrum til bygdarsavnið. Henda ognin er elligamal bústaður í Porkeri við sethúsi, sornhúsi og fjósi. Savnið eigur eisini ta navnframu Skemmukrambúðina, og Gamli skúli í bygdini er ein virðiligur karmur um Porkeris Bygdarsavn

Porkeris kommuna hevur øll árini verið ein hollur viðspælari hjá Porkeris Bygdarsavni (Mynd: Sonne Smith)
Sonne Smith
8. juni 2022 kl. 07:50

Magnus Hansen býr í Porkeri, men er føddur og uppvaksin í Vági. Nú er hann eftirløntur lærari í Porkeri. Hann var fyrst lærari í Vági. Seinni fekk hann sær eina eftirútbúgving sum sálarfrøðingur og arbeiddi á Sernámi í Havn í nøkur ár. Hann var í praktikk í Gamla skúla í Porkeri í 1974. Gamli skúli er frá 1888 og var í brúki í 96 ár. Nýggi skúlin í bygdini varð tikin í brúk í 1984, og Gamli skúli slapp at standa, sum tá ið alt virksemið varð flutt í nýggja skúla.

Eftir hetta varð nógv tosað um, hvat porkeningar skuldu brúka Gamla skúla til. Tey tosaðu um barnagarð. Hesi ætlan spurdist tó einki burturúr.

Gamli skúli varð bara standandi, eisini í teimum ringu árunum í 1990-unum. Har fór at leka, og gólvið í niðaru hædd fór at hokna undan, so har var beinleiðis hættisligt at ganga.

Magnus Hansen hevur verið formaður í nevndini fyri Porkeris Bygdarsavn síðan stovnanina í 1997 (Mynd: Sonne Smith)

Skúlin stóð sum eitt skendsil
Nú spurdi Magnus Hansen ta damuna, ið stóð fyri barnagarðinum, hvat endin mundi fara at verða við hesi ætlanini um barnagarð í Gamla skúla. Hann stóð rætt og slætt sum eitt skendsil, hóast ætlanin ikki var slept um tað mundið. Kommunan skuldi hetta, og kommunan skuldi hatta. Men kommunan átti heilt einfalt ongar pengar. Tað var tann ógvisligi trupulleikin allastaðni í landinum fyrst í 90-unum. Tey noyddust at venda hvørjari krónu, tí støðan var út av lagi vánalig.

- Jeg kallaði saman til ein fund – jeg haldi, tað var til jólar í '94, og fyribils varð ein nevnd vald at fyrireika ein aðalfund við tí endamáli at skipa eitt fornminnafelag, tí okur kundu ikki lata skúlan standa sum eitt skendsil í bygdini, sigur Magnus Hansen.

Porkeningar høvdu samband við tann roynda undangongumannin í savnshøpi, Einar Larsen á Tvøroyri. Einar segði teimum, hvussu teir kundu bera seg at.

- Okur bara lurtaðu eftir honum, og so fóru okur í gongd, stovnaðu fornminnafelagið í 1995 og keyptu skúlan frá kommununi.

Tað vil siga, at kommunan gav teimum skúlan, men ein kommuna kann ikki geva einum felag sína ogn soleiðis uttan víðari. Í veruleikanum keyptu teir skúlan frá kommununi, sum kortini betalti. Soleiðis vóru reglurnar tá.

Gamli skúli hýsir víðfevndari savnsogn, sum fólk eru komin við, bæði sum fastir lutir og í skrivligum og myndligum formi (Mynd: Sonne Smith)

 

Felagið er væl fyri
Pengar vóru sum nevnt ongastaðni tá, men í dag eigur fornminnafelagið pengar.

Tey skipaðu fyri bingo og ymsum øðrum tiltøkum, og nú hava tey fast eina jólasølu í skúlanum, umframt okkurt á føstulávint. Tey selja lutaseðlar við góðum vinningum, og soleiðis fingu tey og fáa tey pengar inn.

Tey søktu um at koma undir bygdasavnslógina. Har eru aðrar reglur. Tá varð tað privata Porkeris Fornminnafelag eitt stuðulsfelag til bygdarsavnið, tí tá er tað alment. Nú fær bygdarsavnið studning til alt tað, tey gera.

Porkeris Bygdarsavn er í dag ein sjálvognarstovnur, ið Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997.

Vanliga verður sambært lógini latið 60 prosent í studningi av tí, sum felagið hevur brúkt í árinum.

- Okur hava fingið nøkur túsund í studningi, og so hava okur arbeitt so hvørt. Okur hava ongantíð viljað tikið lán. Okur hava arbeitt á hvørjum ári. Handverkarar hava gjørt hetta og hatta, og okur hava betalt í hondina.

Magnus Hansen sigur, at hevur tú lán, er hetta pressið á alla tíðina, tí vildu tey hava alt kontant.

Skemmukrambúðin er sett í stand og verður brúkt til ymisk tiltøk í bygdini og til kaffistovu um summarið (Mynd: Sonne Smith)

 

Sera sámiligar treytir
Gamli skúli varð gjørdur liðugur at brúka til savn tíðliga í hesi øldini. Tá vóru tey eisini farin undir at gera bóndahúsini í Eystrum í stand. Tey keyptu húsini uppi í Eystrum. Tey komu soleiðis undir bygdarsavnið, sum aftur er ein partur av Søvnum Landsins. Bygdarsavnið er vorðið alment og hevur sostatt skyldu at lata inn roknskap.

- Okur fingu húsini fyri ein øgiliga sámiligan penga, og okur hava arbeitt upp á tey á hvørjum ári, og okur hava koyrt alt undir bygdarsavnið, tí um tað nú verður soleiðis, at ongin tekur sær av tí her, so tekur tað almenna sær av tí.

Húsini í Eystrum eru frá 1860-unum. Ætlanin við húsunum er, at onkur kundi búð í teimum, um so varð.

Býlingurin í Eystrum er frá 1500-talinum. Húsið, ið stendur niðanfyri har, róptu tey fyri Fjósið, tí tey høvdu kúgv standandi har. Tað hevur verið upprunaliga húsið, sum tey búðu í.

Vestur frá húsinum stendur sodnhúsið, sum bygdarsavnið eisini hevur keypt. Tað var privat og hoyrdi til húsini í Eystrum.

- Okur hava varma haruppi – jørðvarma, sum riggar fínt. Har hevur bara verið kol og torv at hita upp við.

Seinni kom Skemmukrambúðin í Porkeri eisini at standa tóm. Hon var um at fara í luftina, tí hon var í ógvuliga ringum standi. Tey skuldi seta hana í stand, men forðingin var sum vant pengar og tað at taka seg saman og gera nakað við tað.

Skemmukrambúðin innan (Mynd: Sonne Smith)

Eldsálin Mortan Holm
Tey vóru so heppin, at Mortan Holm, tann ótrúliga eldsálin, ið sigldi úti sum skipari í danska handilsflotanum inntil 2009, tá ið hann fór í land, hevði so sera lætt við at koma í samband við fólk.

Mortan Holm fekk tíverri bara fá ár til at dugna síni heimbygd. Hann doyði í 2016.

Mortan hevði verið á eini ráðstevnu í norðurlandahøpi, sum Porkeris Bygdarsavn hevði skipað fyri. Treytin fyri at kunna halda hesa ráðstevnu var, at Porkeris Bygdarsavn skuldi hava tvey-trý onnur lond í samskipan við sær.

- Okur fingu fatur á Norra, Íslandi og Grønlandi. Hetta vóru livandi søvn í Norðurhøvum. Ein ætlan, ið fevndi yvir trý ár. Tann fyrsta ráðstevnan var her. Síðan var ein yviri í Norra, tann triðja var í Íslandi og eisini í Grønlandi. Tann seinasta ráðstevnan var í 2013.

Húsini í Eystrum eru frá 1860'unum. Ætlanin við húsunum er, at onkur kundi búð í teimum, um so varð. Tey eru upphitað við jarðhita, og tað riggar væl (Mynd: Sonne Smith)

Sjúrður Skaale skaffaði tvær milliónir
Hetta betalti Norðurlandsráðið, fortelur Magnus Hansen. Mortan Holm setti seg í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann um at útvega porkeningum pengar úr Danmark. Tað gingu eini tvey ár, til Sjúrður fekk borið so í bandi, at hann bað um játtan frá donsku stjórnini.

- Okur fingu tvær milliónir bæði til Skemmukrambúðina og til Eystrar!

Bjarne Fog Corydon var fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt frá 2011 til 2015. Tær báðar milliónirnar vórðu játtaðar beinleiðis á fíggjarlógini í 2013. Corydon helt ikki, at hann soleiðis bara kundi játta pengar til eitt bygdarsavn í Porkeri í Føroyum, men Sjúrður Skaale segði honum, at porkeningarnir vóru við í einum norðurlendskum samstarvi um livandi søvn í Norðurhøvum.

Tað var nakað heilt annað, og nú var leyst og liðugt – tvær milliónir til Porkeris Bygdarsavn í 2013. Porkeningarnir vórðu fyri nógvum atfinningum fyri stigið at biðja donsku stjórnina um fíggjarliga hjálp, men hon kom sera væl við hjá teimum. Húsini í Eystrum vórðu gjørd liðug, og Skemmukrambúðin varð gjørd liðug.

Gamli skúli stendur nú og hýsir víðfevndari savnsogn, sum fólk eru komin við. Bæði sum fastir lutir og í skrivligum og myndligum formi.

Porkeris kommuna hevur øll árini verið ein hollur viðspælari hjá Porkeris Bygdarsavni.

Magnus Hansen hevur verið formaður í Porkeris Bygdarsavni, síðan tað varð stovnað í 1997. Zacharias Bech er næstformaður, Mannbjørn Olsen er kassameistari, og nevndarlimir eru annars Sigmund Olsen og Rannvá Albinus.

Um Porkeri

Bygdin, kommunan, Porkeri liggur í Suðuroynni norðureystantil við Vágsfjørð. Bygdin er býtt sundur í býlingarnar Uttan Heyga, í Nýjagørðum, í Gjørðum, í Eystrum, undir Homrum, við Geil, við Á, á Klova, í Bøkkum, og á Heyggi. 

Fólkatalið var 318 í 2020.

Nýggjur skúladepil varð tikin í nýtslu í 2009. Í miðnámsskúlanum eru tveir skúlar: miðnámsskúli og heilsuskúli. Skúlin er bæði sosial- og heilsuhjálparaskúli og studentaskúli. Í skúlanum er pláss fyri einum 200 næmingum við umleið 100 í hvørjari deild. Nøkur tóm hús í Porkeri eru leigað út til næmingar og lærarar úr miðnámsskúlanum.

Hesin málningurin hjá Porkeris Bygdarsavni málaði William Smith úr Vági í 1936 (Mynd: Sonne Smith)

Grammofonin frá Sofus á Heyggi virkar enn. Har eru eisini nakrar lakkplátur á bygdarsavninum at spæla á grammofonini (Mynd: Sonne Smith)

Soleiðis var Løgtingið mannað í 1936 og mong ár frameftir – bara við monnum

Hesin túrurin hjá portugalstrolaranum Vágbingi umleið 1960 man vera væl frá liðin eftir gramstættleikanum at døma. Menninir eru Pól uttan Heyga og Torleif í Hóli

Myndin er av næmingum á læraraskúlanum í Havn, millum aðrar J. H. Danbjørg, Einar Skaalum og Poul F. Joensen

Ljóspera og avbrótari. Elverkið í Botni, ið var tað fyrsta í Føroyum, varð tikið í brúk 18. juli 1921. Tá tendraði henda peran við Kráir í Vági

Lestrabók hjá Dánjal á Fløttinum, føddur 7. november 1808 í Gjørðum og doyði 26. oktober 1884

Harmonium, stovuorgul úr Porkeris kirkju. Einar Olsen í Sandavági læt Porkeris Bygdarsavni orglið, ið varð selt til Sandavágs eftir at annað varð keypt