Poppur og geopolitikkur: USA innflytir Eurovision-tónleikakappingina – skal samansjóða eitt polariserað land

Amerikanska sjónvarpsstøðin NBC fer í næstum at skipa fyri nýggju tónleikakappingini, sum verður ein amerikonsk útgáva av evropeisku Eurovision-kappingini, sum hevur givið okkum ein hóp av serligum tónleiki og har politiskir mótsetningar hava hitst í fleiri áratíggju. Nú skal American Song Contest vera við til at samansjóða eitt polariserað USA

Sigurjón Einarsson
20. februar 2022 kl. 20:59

Við Eurovision sum íblástri innflytir USA nú heimsins størstu sangkapping undir navninum “The American Song Contest”.

Amerikanska versjónin av evropeisku tónleikakappingini byrjar 21. mars, har luttakarar frá øllum 50 amerikanskum statum fyrst fara at kappast í hvørjum stati sær, so verða hálvfinalur á skránni og stóra finalan verður tann 9. mai – ein dag áðrenn evropeisku finaluni í “Eurovision Song Contest”.

Luttakarnir fara at stríðast um at fáa stig frá einari dómsnevnd, men eisini um at fáa atkvøður frá hyggjarum.

Eurovision-sangkappingin hevur fingið milliónir av viðhaldsfólkum gjøgnum ár og dag, síðani kappingin – sum upprunaliga var ein evropeisk friðarverkætlan – byrjaði í 1956, og nú verður so ein roynd gjørd, at fáa amerikanska fólkið at standa saman um amerikansku versjónina av kappingini, har Snoop Dogg og Kelly Clarkson fara at vera vertir.

Skal samansjóða eitt polariserað USA
Ein framleiðari av “American Song Contest” Ben Silverman, ið áður hevur innflutt kendar sjónvarpsrøðir sum “The Office”, “Big Brother” og “The Weakest Link” til eina amerikanska hyggjarafjøld, er við í verkætlanini.

Hann heldur, at amerikanska versjónin av væl umtóktu sangkappingini kann vera við til at samansjóða eitt annars polariserað USA.

– USA hevur ongantíð verið meira polariserað enn júst nú. Har eru so nógv ting, ið deilir tað amerikanska fólkið. Men tað er mentanin, ið hevur megi til at samla okkum aftur, sigur Ben Silverman, sambært danska TV 2.

Tær seinastu meiningarkanningarnar, forsetavalið í 2016 og 2020 umframt onnur politisk og samfelagslig stríð í Amerika hava ført við sær, at samfelagið er deilt í tvey, sum eisini sæst aftur í valinum av vertum til kappingina. Á aðrari síðuni er amerikanski eygnasteinurin Kelly Clarkson, sum er fødd og uppvaksin í Texas, har Republikanarnir í USA eisini standa sterkir, og á hinari síðuni er Snoop Dogg, ið fór frá at stuðla Republikanaran Ron Paul til at stuðla fyrst Demokratinum Barack Obama og síðan Hillary Clinton.

Amerikanska versjónin verður eisini ein samanstoytur av ymiskum tónleikastílum, men sjónvarpsstøðin NBC heldur fast við, at tónleikur kann hjálpa til at grøða tjóðina.