Klokkan 14 verður farið undir triðja dag í EM endaspælinum í Týsklandi.
Dysturin verður spældura Vollspark stadion í Hamburg.
Holland er stórfavorittur ímóti Póllandi, sum Føroyar vóru í undankappingarbólki saman við. Pólland endaði á triðja plássi í undankappingini. Albania og Kekkia vóru frammanfyri Pólland, sum kvalifiseraði seg sum ein av bestu tríarunum.
Pólland vann 5-1 ímóti Estlandi og síðani í brotssparkskapping ímóti Wales.
Nógvur turbolensur hevur verið kring pólska liðið. Fernando Santos, sum stóð á odda, tá ið Portugal vann EM, fekk sekkin, og nú er fyrrverandi U-21 landsliðsvenjarin Michal Probierz oddamaður hjá Póllandi.
Holland hevur mangan staðið seg væl í HM kappingum, uttan at tað er eydnast at vinna finaluna.Í 1988 vann Holland finaluna í EM endaspælinum. Fyri 36 árum síðani var tað við stóru stjørnunum sum eitt nú Frank Rijkard, Marco van Basten og Ruud Gullit. Ein annar, sum í síni tíð var stýrimaður í verjuni, Ronald Koeman, er oddamaður fyri góða liðnum, ið er mannað við spælarum úr eingilsku, týsku, italsku og sponsku kappingini umframt úr heimligu kapppingini.