Fyrsta luttøka hjá Føroyum í endaspæli í hondbólti fyri A-landslið er av. Føroyar taptu triðja dystin í innleiðandi umfarinum 32-28 ímóti Póllandi.
Hálvleiksstøðan var 15-15, og tað gekk javnt á inntil tað bara restaðu nakrir minuttir. Sum 2. hálvleikur leið, var føroyska verjan ikki so stinn. Póllendingar høvdu lætt við at skora mál, meðan tað tók sína tíð og nógva orku hjá føroyska liðnum at vinna sínar møguleikar og mál.
-Teir vóru kropsliga alt ov stinnir fyri okkum, og tað bar við sær, at vit ikki fingu møguleikar í skjótum álopum, staðfesti føroyski venjarin Peter Bredstorff- Larsen, sum í samrøðu við KvF rósar sínum spælarum fyri framúr kapping.
Tað var positivt fyri føroyingarnar, at teir megnaðu at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar, men níggju ferðir eydnaðist tað ikki at umseta upplagdar málmøguleikar til mál.
Tað vóru spælararnir, ið spæla á hægsta stigi í Týsklandi, sum gingu undan. Hákun West av Teigum, sum var púra tryggur við brotskøstum, var toppskjútti við 10 málum, og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum í løtum var mansvardur, skoraði 9 mál. Tá ið Elias var mansvardur, tók 18 ára gamli Óli Mittún ábyrgd á seg og vísti, hvussu evnaríkur og góður hann er.
-Tað gekk leingi væl. Teir høvdu øgiliga stóran og tungan strikuspælara, sum vit ikki megnaðu at gera nakað við, og tað var ein av stóru mununum. Eg haldi ikki, at vit kenna okkum serliga móðar, og vit iðra okkum um, at leikluturin hjá okkum í hesi kappingini nú er av, sigur Teis Horn Rasmussen, sum rósar áskoðarunum fyri teirra stóra leiklut.