Løgtingslimir biðja nú samgonguna fara í samráðingar við sjúkrarøktarfrøðingarnar

Vandin veksur dag um dag, og hendur einki, má løgmaður taka um endan

Áki Bertholdsen
19. oktober 2023 kl. 23:45

Skjótt eru tríggjar vikur farnar um bak, síðani semingsmaðurin gavst við royndum sínum at fáa semju ímillum sjúkrarøktarfrøðingarnar og fíggjarmálaráðið.

Tað staðfesta teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen.

– Síðani tá er arbeiðsførleikin spakuliga tikin undan sjúkrahúsverkinum, uttan tó at landsstýriskvinnan á økinum, tykjast at hava varnast ógvusliga vandan, sum liggur í hesum, siga teir.

Teir hugsa um vandan fyri dagsins sjúklingar og teir hugsa um tey, sum standa á bíðilista, har vandin veksur dag um dag, og ikki minst hugsa teir um vandan fyri framtíðini á heilsuøki okkara.

– At semingsmaðurin ikki megnaði at fáa semju ímillum partarnar, merkir ikki at landsstýriskvinnan kann seta seg hendur í favn og bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.

– At landsstýriskvinnan ikki heldur seg megna at gjalda ta upphædd, sum hon metir at krøvini hjá fakfeløgunum fara at kosta, merkir heldur ikki, at hon hevur fingið ein rætt til at ganga og bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.

– At landsstýriskvinnan heldur krøv Sjúkrarøktarfrøðinganna vera veruleikafjar, og alt ov stór, merkir heldur ikki, at hon hevur fingið heimild at bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.

– Eitt landsstýrisfólk er sett av Løgtinginum til at røkja Føroyar í bæði góðum og minni góðum tíðum. Og tað gerst ikki við at sita hendur í favn og tosa við journalistar.

Miðflokkurin heitir tí á Landsstýriskvinnuna um at fara til verka, tí bert í samskifti við sjúkrarøktarfrøðingarnar kann harmiliga, og skjótt vandafulla, støðan á arbeiðsmarknaðinum loysast.

Hendur hetta ikki, má Føroya Løgmaður taka yvir og loysa hetta fyri Føroyar og føroyingar sera vandamikla mál, sigur Miðflokkurin.