Politiskar broytingar síggjast aftur í hondbóltinum

Fyri íslendingar er tað stórur smeitur, at teir eftir skammlop ímóti Ungarn ikki megnaðu at spæla seg í fjórðingsfinalurnar

Bengt “Bengan” Johansson (1942 – 2022) var svenskur landsliðsvenjari 1988 – 2004, tá ið Svøríki vann seks gullkrónur í EM og HM endaspølum
Jóannes Hansen
27. januar 2023 kl. 07:27

Hondbóltur í sjónvarpinum er framúr undirhald, tá ið tað eru tey bestu, sum kappast. Tað verður aftur staðfest í hesum døgum, nú tað er HM endaspæl fyri menn í Svøríki og Póllandi. Fyri hondbóltsáhugaðar føroyingar hevur tað inntil fyri ikki so nógvum árum síðani ikki verið orsøk til at hugsa tankan, at Føroyar kanska fóru at megna at spæla seg í eitt endaspæl. Avrikini hjá okkara monnum seinastu árini hava verið so góð á altjóða pallinum, og fleiri av okkara monnum standa seg so væl í góðum feløgum í stóru ligunum í Europa, at tað ikki longur er so veruleikafjart, at Føroyar fara at taka lut í endaspæli á hægsta stigi.

Næsti møguleikin verður í EM endaspælinum, sum um eitt ár – frá mikudegnum 10. januar og fram til sunnudagin 28. januar – verður í Týsklandi. Nú meðan endaspælið er í Svøríki og Póllandi hevur føroyska liðið vant og brynjað seg til næstu EM undankappingardystirnar, sum vera 8. og 11. mars á ávikavíst útivølli og heimavølli ímóti Rumenia.

Íslendska vónbrotið
Mánakvøldið varð tað greitt, hvørjar átta hondbóltstjóðir høvdu kvalifiserað seg at spæla fjórðingsfinalurnar. Ikki óvæntað vóru tað sjey europeiskar tjóðir og so Egyptaland. Fjórðingsfinalurnar vóru Svøríki – Egyptaland, Danmark – Ungarn, Noreg – Spania og Frakland – Týskland, og mikukvøldið vunnu Svøríki og Frakland seg í hálvfinalu, sum í kvøld verður í Stokholm, og Danmark og Spania vunnu seg í hálvfinalu, sum seinnapartin klokkan 17 verður í Gdansk.

Størsta vónbrotið millum tær tjóðirnar, sum vóru roknaðar at vera favorittar at røkka fjórðingsfinalu, var Ísland. Eftir at hava verið frammanfyri við seks málum, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, tapti Ísland ímóti Ungarn. Tað úrslitið kostaði pláss í fjórðingsfinaluni, og at Ísland ikki megnaði at spæla seg í fjórðingsfinaluna ber við sær, at Ísland heldur ikki verður við í undankappingini til OL kappingina í Fraklandi í 2024. Í OL endaspælinum luttaka bara 12 tjóðir – vertirnir, heimsmeistararnir og vinnararnir av kappingunum í Europa, Amerika, Asia og Afrika umframt seks tjóðir, sum vinna seg víðari í OL undankapping. 

Kalda kríggið og hondbólturin
Talvan við vinnarum í OL, HM og EM kappingum lýsir væl, hvussu politikkurin hevur verið í Europa. Eitt OL og ein HM kappping vóru undan seinna heimsbardaga, og báðu ferðirnar vann Týskland gull. Tað smakkaði væl hjá Hitler, sum dubbaði seg at fara í kríggj, og sum nýtti hvørt høvi at profilera seg og vísa, hvussu óførir týskararnir vóru.

So var steðgur í stóru altjóða hondbóltskappingunum, og óhefta Svøríki, ið ikki var rakt so meint av krígnum sum aðrar tjóðir í Europa, vann HM bæði í 1954 og 1958.

Í 1961 varð Berlinmúrurin veruleiki, og kalda kríggið var av álvara í hæddini. Í kommunistiska Eystureuropa var tað týdningarmikið at profilera seg við sigrum í altjóða ítróttarkappingum. Fyritreytirnar í til dømis hondbólti vóru ymiskar hjá teimum eystanfyri og teimum í vestureuropa. Vestanfyri vóru tað amatørar, sum spældu hondbólt, meðan tað eystanfyri vóru ítróttarfólk, sum vóru lønt at tí almenna og lítið og einki annað høvdu at hugsa um enn at íðka og spæla dystir, sum kappaðust. Tey vóru við øðrum orðum yrkisítróttarfólk.

Tað sást aftur í, at tað vóru tjóðirnar í Eystureuropa, sum vunnu allar tær stóru kappingarnar frá 1961 og fram til 1976. Seinni varð tað alment, hvussu livikorini vóru í Rumenia, og hvussu stýrið hjá Nicolae Ceaușescu fór við teimum, sum ikki makkaðu rætt. Men hondbólturin var ein av fleiri ítróttargreinum, sum vístu eina heilt aðra mynd av landinum. Rumenia vann HM fýra ferðir – í 1961, 1964, 1970 og 1974, Kekkoslovakia vann HM í 1967, og Jugoslavia vann OL í Vesturtýsklandi í 1972 og Sovjetsamveldið vann OL í Kanada í 1976. 

Vestureuropa fekk høvdið fyri seg
Fyrsta ferðin at sigursrøðin hjá teimum í Eystureuropa varð steðgað, var, tá ið HM kappingin var í Danmark um hesa tíðina í 1978. Hondbóltsspælið átti sín uppruna í Danmark, og fyri fyrstu ferð, síðani teir óvæntað vunnu silvur í HM kappingini í Svøríki í 1967, kendu teir seg eiga lið, sum við legendariska Leif Mikkelsen við róðrið og Anders Dahl Nielsen sum stýrimanni á vøllinum kundi vinna kappingina. Danmark var í bólki saman við sovjetiska risanum, og innanhýsis uppgerðin teirra millum endaði 16 – 16, eftir at danir stutt undan leikloki vóru frammanfyri við tveimum málum.

DDR vann bronsudystin 19 – 15 ímóti Danmark, og so var talan um gjøgnumbrot fyri Vesturtýskland, sum í finaluni vann 20 – 19 ímóti Sovjetsamveldinum. Fram til 1988 hildu eystureuropeisku tjóðirnar tørn um gullkrónurnar. Tá jarntjaldið fall, fór tað at ganga skeiva vegin. Tó vann Russland, sum avloysti Sovjetsamveldið, ið hvarv av heimskortinum, OL í 1992 og HM í 1993.

So var tað, at sviar við tiltikna góða liðnum av álvara bjóðaðu seg fram. Gylta ættarliðið hjá Svøríki, har legandariski Bengt Johansson var venjari 1988 – 2004, vann HM í 1990, EM í 1994, EM í 1998, HM í 1999, EM í 2000, EM í 2002 og so aftur 20 ár seinni EM í 2022. Og í kvøld fara sviar á heimavølli at dystast ímóti Fraklandi um pláss í HM finaluni, sum verður sunnudagin.

Kroatia, sum vann sær støðu sum lýðveldi, tá ið gamla Jugoslavia hjá Tito datt sundur, telist við knappliga fýra milliónum íbúgvum í nógvum ítróttargreinum millum heimsins bestu. Eitt nú í hondbólti. Kroatia vann OL longu í 1996 og aftur í 2004, og Kroatia vann HM í 2003. Frakland vann HM í 2001 og EM í 2006, og síðani hava fraklendingar vunnið fýra ferðir OL gull, fýra ferðir HM gull og tvær ferðir EM gull.

Týskland hevur vunnið HM og tvær ferðir EM í hesi øldini, Spania hevur vunnið HM tvær ferðir og EM tvær ferðir, og so hevur Danmark síðstu 15 árini av álvara blandað seg í toppin. Fyrstu gullkrónurnar vann Danmark í EM kappingini í 2008, og Danmark vann aftur EM í 2012 og HM bæði í 2019 og 2021. Seinnapartin í dag fer Danmark at spæla HM hálvfinalu ímóti Spania. Danir hava seinnu árini mangan tykist við spaniólar í stóru kappingunum. Spania hevur dugað væl at fyrireika seg ímóti dønum, sum so at siga hava kent seg vera tiknar á bóli – bæði í verju og álopi. Eftir 40 – 23 sigurin ímóti Ungarn mikukvøldið er einki at siga til, at Danmark verður roknað at vera favorittur seint seinnapartin í dag í Gdansk at vinna seg í finaluna, sum verður í Tele2 Arena í Stokholm sunnukvøldið klokkan 19.30.

Gullvinnarar í HM, EM og OL í hondbólti fyri menn

1936

OL

Týskland

1938

HM

Týskland

1954

HM

Svøríki

1958

HM

Svøríki

1961

HM

Rumenia

1964

HM

Rumenia

1967

HM

Tjekkoslovakia

1970

HM

Rumenia

1972

OL

Jugoslavia

1974

HM

Rumenia

1976

OL

Sovjetsamveldið

1978

HM

Vesturtýskland

1980

OL

Eysturtýskland

1982

HM

Sovjetsamveldið

1984

OL

Jugoslavia

1986

HM

Jugoslavia

1988

OL

Sovjetsamveldið

1990

HM

Svøríki

1992

OL

Russland

1993

HM

Russland

1994

EM

Svøríki

1995

HM

Frakland

1996

EM

Russland

1996

OL

Kroatia

1997

HM

Russland

1998

EM

Svøríki

1999

HM

Svøríki

2000

EM

Svøríki

2000

OL

Russland

2001

HM

Frakland

2002

EM

Svøríki

2003

HM

Kroatia

2004

EM

Týskland

2004

OL

Kroatia

2005

HM

Spania

2006

EM

Frakland

2007

HM

Týskland

2008

EM

Danmark

2008

OL

Frakland

2009

HM

Frakland

2010

EM

Frakland

2011

HM

Frakland

2012

EM

Danmark

2012

OL

Frakland

2013

HM

Spania

2014

EM

Frakland

2015

HM

Frakland

2016

EM

Týskland

2016

OL

Frakland

2017

HM

Frakland

2018

EM

Spania

2019

HM

Danmark

2020

EM

Spania

2021

OL

Frakland

2021

HM

Danmark

2022

EM

Svøríki

2023

HM