Seinastu árini eru fleiri lond í Evropeiska Samveldinum snarað hugsjónarliga til høgru. Politiska populisman hevur vundið upp á seg, og innanhýsis í ES hevur hetta eisini leitt til sjálvrannsakan. Á tjóðartingsvalinum 25. oktober 2015 gjørdist Pólland enn eitt av hesum populistisku londum
Tjóðartingið í Póllandi er deilt upp í tvey kømur, har tað lægra verður nevnt Sejm og hitt hægra verður nevnt Senatið. Í Sejm sita 460 tinglimir og í Senatinum sita 100 senatorar. Lóggávuvaldið er tvíbýtt, og skal eitt lógaruppskot samtykjast í báðum kømurunum fyri at kunna gerast lóg í Póllandi. Lógaruppskotið byrjar í lægra kamarinum Sejm, og fer so víðari til Senatið. Um Senatið ikki samtykkir lógaruppskotið, so hevur Sejm tó møguliga fyri at ógilda hesa samtykt hjá Senatinum.
Populisman vinnur fram
Til seinasta tjóðartingsval í Póllandi, tann 25. oktober 2015, vann høgravendi populistiski flokkurin ”Prawo i Sprawiedliwość”, ella ”PiS” sum hann vanliga verður nevndur, reinan meiriluta í báðum kømurunum í póllendska tjóðartinginum. Á føroyskum vildu flokkurin ”Prawo i Sprawiedliwość” ella ”PiS” allarhelst itið ”Lóg og Rættvísisflokkurin”. Teir vunnu á sitandi stjórnarflokkinum ”Platforma Obywatelska”, PO, sum er ein liberal-konservatur, kristindemokratiskur flokkur, hvørs heiti leysliga kann umsetast til ”Borgarapallurin”. Valsigurin var eitt satt valskriðulop, og fór PiS fram við góðum 7,7%, meðan PO fór aftur við heili 15,1%.
Umframt at PiS vann reinan meirluta í báðum kømurunum í tjóðartinginum, og harvið tryggjaði sær einkarrætt til lóggávuvaldið, so vann flokkurin eisini forsetavalið, sum varð hildið tann 10. og 24. mai 2015. Til forsetavalið í Póllandi er mannagongdin eins og til forsetavalið í Frankaríki. Í fyrra umfarinum av forsetavalinum skal eitt av valevnunum fáa reinan meiriluta, t.e. meiri enn 50% av øllum atkvøðunum, fyri at gerast forseti. Fær einki av valevnunum reinan meiriluta, fara tey bæði valevnini, sum fingu flestar atkvøður, víðari til annað umfar. Forsetin gerst so hann, sum fær flestar atkvøður í seinna umfarinum.
Lóg og Rættvísisflokkurin
Flokkurin bleiv stovnaður tann 13. juni 2001 av Kaczyński-brøðrunum Lech og Jarosław. Men Lech og Jarosław vóru ikki bert brøður, teir vóru eisini eineggjaðir tvíburar. Teir vóru báðir føddir tann 18. juni 1949 í høvuðsstaðnum í Póllandi, Warszawa. Teir gjørdust báðir løgfrøðingar frá lærda háskúlanum í Warszawa, og seinni gjørdist teir báðir eisini PhD í løgfrøði – Lech frá lærda háskúlanum í Gdańsk og Jaroslaw frá lærda háskúlanum í Warszawa.
Lech gerst borgarstjóri í Warszawa
Tað var Lech, sum fyrstur fekk veruligt gjøgnumbrot í politikki. Hetta var, tá hann í 2002 vann stórsigur til sessin sum borgarstjóri í Warszawa. Eitt av hansara størstu vallyftum var kríggj ímóti korruptión, sum hann eisini setti í verk beinanvegin. Í 2004 setti hann eina søguliga nevnd at kanna, hvussu stóran skaða týskararnir høvdu gjørt á Warszawa undir 2. veraldarbardaga. Mett verður, at umleið 85% av Warszawa bleiv lagt í oyði, undir hernaðaratgerðini ”Warszawa-uppreisturin” millum 1. august til 2. oktober 1944. Nevndin metti, at fíggjarligi kostnaðurin av atgerðini var umleið 45,3 milliardir evrur í dagsins peningi.
Flokkurin hjá Lech og Jarosław, ”PiS”, er umframt at vera høgrapopulistiskur, eisini konservativur og sera familjukærur. Bæði í 2004 og 2005 bannaði Lech, sum borgarstjóri í Warszawa, tí árligu skrúðgonguni hjá samkyndum í Warszawa. Hann úttalaði í hesum sambandi, at hann virdi rættin hjá øllum at ganga kravgongu sum borgarar, men ikki at ganga kravgongu sum samkynd. Hann óttaðist, at skrúðgongan fór at strimbra undir samkyndan lívsstíl, og var eisini alment forfardur um, at løgreglan ikki nýtt størri vald at steðga hesum ólógligu skrúðgongum. Mótstøðumenn kallaðu hansara atburð fyri grundlógarstríðugan, og Pólland bleiv eisini seinni dømt fyri brot á artikkul 11 í Evropeiska mannarættindasáttmálanum – fyri brot á savningarfrælsið.
Lech gerst forseti í Póllandi
Tann 19. mars 2005 boðaði Lech alment frá, at hann ætlaði sær at stilla upp til forsetavalið, sum skuldi vera í oktober sama ár. Táverandi forsetin í Póllandi, Aleksander Kwaśniewski, hevði tá sitið tvey valskeið sum forseti, og sambært pólsku grundlógini, so kann ein ikki sita meiri enn tvær reisur sum forseti í Póllandi. Mótstøðumaðurin hjá Lech var eingin annar enn hin seinni so víðagitni Donald Tusk.
Donald Tusk var tá leiðari í stóra pólska flokkinum ”Platforma Obywatelska,” PO, ella ”Borgarapallurin”. Tað eydnaðist ikki Donaldi Tusk at gerast forseti Póllands í 2005 – hann mátti lúta fyri Lech. Men bert smá tvey ár seinni skuldi Donald Tusk gerast forsætisráðharri í Póllandi, og var hann tað fram til 2014, tá hann gjørdist forseti í Evropeiska Ráðnum hjá ES. Hann bleiv somuleiðis afturvaldur til forseta í Evropeiska Ráðnum í 2017, og situr enn í hesum sessi, har hann hevur evsta vald um, hvussu Brexit-leikurin skal spæla av.
Lech letur lív
Men aftur til Lech. Í síni forsetavígslutalu kunngjørdi Lech, at hansara høvuðsmál vóru at økja um sosiala solidaritetin í Póllandi, at fáa rættvísi yvir tey, sum høvdu gjørt seg sek í kommunistiskum brotsgerðum í Póllandi, at basa korruptión, at stimbra búskapin, og ikki minst, at veita trygd fyri menning av familjuni. Men forsetavalskeiðið hjá Lech skuldi tó fáa ein bráðan og beiskan enda.
Tann 10. apríl 2010 vóru Lech, kona hansara Maria, og stór pólsk sendinevnd við topp embætis- og hernaðarmonnum, umborð á einum Tupolev Tu-154 flogfari, á veg úr Warszawa til minnishaldið um Katyn-niðurhøggingarnar. Flogfarið datt niður beint sum tað skuldi lenda við Smolensk-flogstøðina í Russlandi. Øll 96 fólkini í flogfarinum lótu lív. Táverandi russiski forsetin Dmitry Medvedev setti niður eina almenna kanningarnevnd at kanna sorgarleikin. Táverandi forsætisráðharrin í Russlandi, Vladimir Putin, bleiv settur sum kanningarovasti.
Hóast mangar søgur um ymsar politiskar samansvørjingar hava verið um flogvanlukkuna, so eru eingi prógv fyri slíkum, hvørki í pólsku eftirkanningini av vanlukkuni, ella í eftirkanningini hjá øðrum av vanlukkuni.
Jarosław tekur yvir
Tað kann ikki sigast, at Jarosław hevði sama fólka- og veljaratekki, sum tvíburabeiggi hansara Lech. Jarosław var blivin formaður í teirra flokki PiS longu í 2003. Hetta var tó í fullari semju við beiggjan Lech, sum var formaður frammanundan. Og Lech var eisini blivin borgarstjóri í Warszawa í 2002. Men Jarosław hevði tó sínar stóru politisku løtur. Til tjóðartingsvalið tann 25. september 2005 bleiv PiS størsti flokkur, og siðvenja var, at formaðurin í størsta flokkinum gjørdist forsætisráðharri. Men Jarosław valdi at tjekka seg sum forsætisráðharravalevni, tí at beiggin Lech stillaði upp til forsetavalið, sum var beint aftaná – tann 9. og 23. oktober 2005. Forsætisráðharrin verður tilnevndur av forsetanum, men vanligt er, at tað er floksformaðurin í størsta flokkinum, sum eigur henda sessin. Jarosław var tó bangin fyri, at um hann kravdi sín uppiborna sess sum forsætisráðharri, so var stórur vandi fyri, at beiggin Lech ikki bleiv valdur til forseta.
Í staðin bleiv tað Kazimierz Marcinkiewicz, sum gjørdist forsætisráðharraevni hjá PiS-flokkinum. Kazimierz Marcinkiewicz bleiv tó ikki gamal í sessinum, tí hann sat bert frá 31. oktober 2005 til 14. juli 2006. Tað vóru gitingar frammi um, at vátt var komið í reiðrið millum hann og Jarosław. Hvussu var og ikki, so valdi Kazimierz Marcinkiewicz at leggja frá sær sum forsætisráðharri tann 7. juli 2006. Jarosław tók tí við sum forsætisráðharri tann 14. juli 2006. Men Jarosław skuldi heldur ikki gerast gamal í sessinum sum forsætisráðharri. Hann megnaði bert at sita á trónuni fram til 16. november 2007. Tann 7. september 2007 atkvøddi undirhúsið í Tjóðartinginum ”Sejm” fyri , at upploysa seg sjálvt, og harvið varð nýval útskrivað. Tjóðartingsval var tann 21. oktober 2007 í Póllandi, og hesaferð endaðist tað Donaldi Tusk at vinna valdystin. Hann bleiv tilnevndur forsætisráðharri, og sat í sessinum fram til 22. september 2014.
Mynd: Donald Tusk, sum í dag er forseti í Evroparáðnum, hevur í nógv ár verið politiskur mótstøðumaður hjá Jarosław Kaczyński og hevur ákært hann fyri at leiða Pólland beint í føvningin á Kreml (Mynd: EPA-EFE/Julien Warnand)
Jarosław tapir forsetavalið
Eftir at beiggi hansara Lech hevði latið lív í flogvanlukkuni við Serbansk í Russlandi, bleiv nýval útskrivað til tann 20. juni 2010. Hóast Jarosław royndi at framstanda minni víðgongdur í valstríðnum, at fríggja inn móti miðjuni, so megnaði hann ikki at vinna á mótstøðumanninum úr flokkinum PO, Bronisław Komorowski. Í fyrra valumfarinum gjørdist úrslitið 36,5% til Jarosław mótivegis 41,5% til Bronisław, og í seinna valumfarinum gjørdist úrslitið 47%-53% til Bronisław Komorowski.
Jarosław gerst snildur
Eftir at hava tapt forsetavalið í 2010 legði Jarosław um til ein meiri strategiskan politikk. Hann valdi at seta seg sjálvan aftur í røðina, og heldur loyva meiri hóvligum og fevnandi kandidatum fram í fremstu røð. Og hetta loysti seg. Andrzej Sebastian Duda bleiv stillaður upp til forsetavalevni, meðan Beata Maria Szydło bleiv stillað upp til forsætisráðharraevni. Strategiska snildið hjá Jarosław spældi so væl av, at Lóg og Rættvísisflokkurin vann bæði forsetavalið og forsætisráðharravalið. Harumframt var tað fyrstu ferð síðani sosialisman fall í Póllandi í 1990, at ein flokkur vann reinan meiriluta í bæði kømurunum í tjóðartinginum.
Hóast Jarosław er ógvuliga væl lýddur í flokkinum sínum PiS, so hevur hann framvegis lítlan tokka millum vanligu póllendingarnar. Teir meta ikki, at hann er serliga álitandi í mun til forsetan Andrzej Duda og forsætisráðharran Beatu Szydło. Hóast Jarosław formliga bert er ein av teimum 460 limunum í Undirhúsinum Semj, so verður hann mettur at vera ein av teimum mest týðandi politikkarunum í Póllandi. Oftani verður sagt, at hann er hin veruligi leiðarin av Póllandi, og at bæði forsetin og forsætisráðharrin fylgja politisku boðum hansara.
Donald Tusk hevur framvegis einki eyga á hvørki Jarosław ella flokki hansara PiS. Tann 19. november 2017 kom Donald Tusk við einari almennari ávaring um, at Jarosław leiddi Póllandi beint í føvningin á Kreml. Hvussu er og ikki, so eiga Jarosław og Lóg og Rættvísisflokkurin alt vald í Póllandi fram til næsta tjóðartingsval, sum skal vera seinast í november 2019.