Meirlutin í samgonguni móti russarasáttmálanum

Sjálvt um landsstýrið hevur valt at gera nýggjan sáttmála við Russland, so er meirlutin í samgonguni ímóti tí

Árni Gregersen
14. november 2023 kl. 10:00

Ein sáttmála við Russland um fiskivinnusamstarv næsta ár, hevur eftir øllum at døma so stóran týdning, at landsstýrið velir at gera nýggjan sáttmála, hóast meirlutin í samgonguni eru ímóti tí.

Hetta er komið fram síðan løgmaður alment boðaði frá, at Føroyar fara at gera nýggjan sáttmála við russar fyri 2024.

Politiska støðan er tí heldur sjáldsom júst nú, tí tað sær út sum landsstýrið heldur fylgir andstøðuni í tinginum, heldur enn meirlutanum í samgonguni.

Sambært Degi og Viku so eru 12 ella fleiri tingfólk í samgonguni ímóti at gera nýggjan sáttmála við russar.

Breddiní i Útvarpinum nú klokkan 10 viðger politisku støðuna.