Politikarir hyggja burtur frá fakta, tá hesi ikki stuðla teirra sannføring

Nýggj gransking frá Aarhus Universitet vísur, at politikarir ikki broyta meining, hóast prógv siga teimum ímóti

Turið Nolsøe
20. september 2017 kl. 16:11

Granskarar á Institut for Statskundskab á Aarhus Universitet hava kannað, hvussu 1000 kommunupolitikarir tóku støðu útfrá kunning um ymisk evni. Teir skuldu meta um politisk uppskot aftaná at fáa meiri vitan um fólkaskúlar, sjúkrahús, infrakervi og uppafturvenjing. Hóast øll vitanin peikaði í ein rætning, vístu úrslitini greidliga, at politikarirnir ikki broyttu meining. Egin sannføring og serliga flokspolitikkur stóðu sterkari, enn kunningin teir fingu.

Ein av granskarunum aftanfyri verkætlanina, Martin Bækgaard, sigur við dagblaðið Information, at politikarirnir heldur høvdu lyndi til at standa sterkari við sína sannføring, jú meira mótstríðandi kunning teir fingu. Hann ásannar eisini, at politikkur í stóran mun snýr seg um sannføring, tá øll viðurskifti ikki kunnu gerast upp í fakta. Tó metir hann, at ávís evni og tilhoyrandi avgerðir eiga at verða grundað á fakta, tá tey eru til staðar.

Vanligir borgarir vórðu eisini bidnir um at taka støðu til somu uppskot útfrá somu kunning, og har vístu úrslitini tað sama. Altso at teir ikki vórðu til reiðar at broyta meining, hóast vitan, kunning og prógv stríddi henni ímóti. Martin Bækgaard undirstrikar tó, at politikarir ofta hava nógv fleiri royndir í at fyrihalda seg til nógva kunning frá eitt nú embætisfólki, og ein tí kundi væntað, at teir hugdu burtur frá egnari sannføring.

Úrslitini, ið eru útgivin í British Journal of Political Science, kunnu lesast her.