Nú er aftur ein nýggjur listi klárur til býráðsvalið í Havn. Tað er listin, ið hevur fingið heitið, Kommunulistin og har eru heili 17 valevni. Har er eisini full javnstøða, tí á listanum eru átta menn og níggju kvinnur.
Tey, sum hava tikið stig til listan, eru býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, sum eru ónøgd við framferðina hjá Heðin Mortensen borgarastjóra, at tey hava vent honum baki.
Eitt tey eru ónøgd við, er, at hann hevur boðað frá, at hann fór ikki at stilla upp aftur, men nú stillaði hann upp aftur kortini, og harafturat fekk hann dóttrina, Elina, at stilla upp eisini fyri Javnaðarflokkin.
Og tey hava rættiliga verið á ránsveiði í Javnaðarflokkinum, tí á listanum eru ikki færri enn fýra valevni, sum í løtuni sita í Tórshavnar Býráð fyri Javnaðarflokkin. Tað eru Tróndur Sigurðsson, Bjørg Dam, Súna Mørk og Kári Johansen. Harumframt er Birita Baldvinsdóttir Iversen eisini á listanum, hon er fyrsti varalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar Býráð.
Á listanum eru eisini Rói B. Poulsen, sum stillaði upp seinast fyri Fólkaflokkin, og Jóhan Carl Dam, sum stillaði upp fyri Tjóðveldi.
Á listanum eru;
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur
Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm, lesandi
Kári Johansen, býráðslimur
Mena Joensen, sosialráðgevi og rúsviðgeri
Hergeir Staksberg, samskipari
Bjørg Dam, býráðslimur
Hans Petur í Brekkunum, stjóri
Súna Mørk, býráðslimur
Edith Dahl Jakobsen, musikkskúlalærari
Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur
Tonicia Cherese Hansen, hjálparfólk
Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur
Durita Sloan Dahl-Christiansen, námsfrøðingur og HR-ráðgevi
Jan Zachariasen, hjálparfólk
Høgni Midjord í Stovuni, ambulansuførari og lesandi
Jóhan Carl Dam, pensjonistur
Rói B. Poulsen, sølustjóri