Politiið sóknast eftir vitnum
Maður varð funnin lívleysur, og politiið sóknast nú eftir vitnum til hendingina
Føroya Politi
27. februar 2024 kl. 14:28
Í sambandi við at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið tann 17. februar 2024 var funnin lívleysur uttanfyri No 12, sum er eystanfyri skýlið á Tórsvølli í Gundadali, sóknast politiið eftir møguligum vitnum, sum hava verið har um leiðir og sæð mannin ella hoyrt um hendingina. Tann 19 ára gamli maðurin doyði dagin eftir á Landssjúkrahúsinum.
Heldur tú teg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur við hendingina at gera, vinarliga ring á politistøðina á tlf. 114 ella 351448.