Politiið helt seg burtur

Sunnunáttina í síðstu viku ringdu tey frá einum dansistaði í Havn til politiið, tí tey sóu, at fólk brúktu rúsevni við eitt VIP-borð. Tey undraðust á, at politiið ongantíð sást á staðnum, men Jógvan Páll Joensen, varapolitikommiserur, vissar um, at boðini vóru tikin í álvara, og at politiið var á málinum

Ingolf S. Olsen
28. november 2020 kl. 09:50

- Tað kann eg taka í egnan barm, at hava vit sagt, at vit skulu ringja aftur, so eiga vit sjálvandi at gera tað. Men hví tað ítøkiliga ikki bleiv gjørt í hesum førinum, tað veit eg ikki.

Tað sigur Jógvan Páll Joensen, varapolitiinspektørur við ábyrgd fyri tilbúgvingini hjá politinum, um eitt rúsevnamál, sum løgreglan fekk fráboðan um sunnunáttina. Tey, sum ringdu, hoyrdu ongantíð nakað aftur og sóu heldur ongantíð løgreglufólk á staðnum.

Tað var beint fyri klokkan tvey sunnunáttina fyri góðari viku síðan, at tey á einum dansistaði í Havn blivu gjørd varug við, at ung fólk við eitt av sonevndu VIP-borðunum – tað eru frammanundan bíløgd borð – brúktu rúsevni.

Sóu politiið
Sambært keldunum hjá Dimmalætting ringdi starvsfólk á dansistaðnum beinanvegin til politiið. Vakthavandi segði, at tvær patruljur vóru í býnum, harav onnur var upptikin og hin tøk, og bað starvsfólkið um at hava telefonina hjá sær, tí politiið fór at ringja aftur.

Men har kom onki politi á staðið, og ongin ringdi aftur.

- Tað haldi eg vera rættiliga løgið, tí vit høvdu sæð ikki færri enn tvær politipatruljur koyra runt niðri í miðbýnum um tað mundið. Aftaná, at starvsfólkið hevði ringt til politiið, sóu vit  bara politibilin koyra framvið einar tríggjar-fýra ferðir, meðan politistarnir hugdu yvir ímóti hurðini, men meira hendi ikki, sigur eitt eygnavitni, sum Dimmalætting hevur tosað við, men sum vil vera dulnevnt.

Blakað á dyr
Bíðað var eftir løgregluni í stívliga ein tíma, men tá hon ikki kom á staðið, tóku tey á dansistaðnum málið í egnar hendur, og vaktir blakaðu gestirnar við rúsevnunum út. Gestirnir vóru sera misnøgdir um hetta, mótmæltu, men fóru tó á dyr uttan at gera mótstøðu.

- Tey sniffaðu púra opinlýst, men hvat tað var, tey sniffaðu, um tað var MDMA, amfetamin, kokain ella okkurt annað, veit eg ikki. Tey mundu vera eini seks fólk, og eg veit heldur ikki, um øll tóku rúsevni ella bara nøkur av teimum, sigur eygnavitnið.

Sambært Jógvani Páll Joensen, varapolitiinspektøri, var talan tó als ikki um, at politiið bara legðist á boðini.

Rúsevni funnin
- Í veruleikanum bleiv eitt løgreglufólk sett á málið, og tað endaði eisini við, at eitt fólk bleiv handtikið uttan fyri dansistaðið, leitað var uppi á tí, og rúsevni funnin, sigur Jógvan Páll Joensen.

Hann kann tó ikki siga við vissu, at handtikna fólkið var eitt teirra, sum starvsfólk sóu taka rúsevni inni á dansistaðnum. Men handtøkan hevði ikki verið framd, og rúsevnini ikki avdúkað, var tað ikki fyri fráboðanina frá dansistaðnum til politiið, leggur hann dent á.

Trupul próvbyrða
Orsøkin til, at politiið ikki bara skundaði sær á staðið at kanna málið, var, at tey mettu fráboðanina vera ov óítøkiliga til at gera tað inntrivið.

- Okkara trupulleiki er ofta at lyfta próvbyrðuna, og finna vit onki, kann krav verða reist um endurgjald fyri at vera hildin aftur av órøttum. Tí vilja vit vera rættiliga vís í okkara søk, um vit skulu fara inn á til dømis eitt skeinkistað og handtaka og kropsvisitera fólk.

- Ofta vilja vit, um vit til dømis fáa fráboðan um eitt einstakt fólk, royna at eygleiða tað fyri at fáa sjón fyri søgn. Men í hesum førinum var talan um ein bólk upp á eini seks fólk, og vit vistu ikki, hvør av teimum kanska hevði rúsevni uppi á sær.

- Tað, sum ofta hendir í slíkum førum, tá fólk varnast eina uniformeraða patrulju vera á veg inn, at so fara øll í hvør sína ætt, og onkur skundar sær kanska at burturbeina rúsevnini, sigur Jógvan Páll Joensen.

Narkopolitistur á vakt
Hesar umstøður vóru altso orsøkin til, at uniformerað politi ikki fór brestandi inn á dansistaðið, men leygarkvøldið og sunnunáttina var tað so heppið, at eitt av løgreglufólkunum, sum var á vakt, í sínum gerandisstarvi er partur av narkotoyminum hjá Kanningardeildini hjá politinum, og tað var hetta løgreglufólkið, sum bleiv sett á málið.

- Tað var í tí sambandinum, at eitt fólk, sum var komið út frá dansistaðnum, bleiv handtikið, og eitt sindur av rúsevnum funnin, greiðir Jógvan Páll Joensen frá.

Hann veit ikki at siga, hvat slag av rúsevni var funnið, og hvussu stór nøgdin var.

Stórt útboð
Jógvan Páll Joensen sigur, at eisini tey í tilbúgvingini – tað eru øll tey uniformeraðu løgreglufólkini – halda seg síggja, at tað í løtuni tykist rættiliga lætt hjá fólki at fáa fatur á rúsevnum.

- So er tað tað, um orsøkin er, at meira av rúsevnum er á marknaðinum, og tey kanska eru bíligari, ella at vit bara síggja meira nú, tí vit generelt gera rættiliga nógv burtur úr at hava eyguni eftir rúsevnum í løtuni, sigur hann.

- Men vit hoyra nógv um rúsevni og hava eisini gjørt átøk, har vit hava funnið øll sløg av rúsevni – eisini hørð rúsevni – uppi á ungum fólki. Eitt rættiliga stórt mál koyrir í rættarskipanini nú, og har eru onnur mál eisini. So tað er í hvussu er fokus á rúsevnakriminalitetinum, sigur varapolitiinspektørurin.